Ætlaða útferðin í Lítlu Dìmun í morgin, leygardagin, má útsetast, fyribils í eina viku Eftir ætlan skuldi eitt ferðalag fara útferð í Lítlu Dímun í morgin, men fyrireikararnir siga, at tað verður neyðugt at útseta túrin.
Fribils er túrurin útsett í eina viku til leygardagin 25. Juli.
Lítlu Dímun er heilt serligt ferðamál og fáa staðni er tað so neyðugt at hugsa um veður og vind, sum akkurát har.
Og í morgin sigur hann tíverri frá nakað av vindi av landnyrðingi og mjórka og fyrireikararnir meta sostatt ikki, at tað er ráðiligt at fara í Oynna við ferðalagi.
So fæst at síggja um umstøðurnar verða betri næsta leygardag, tá ið ætlanin er at royna aftur.
Útferðin til Lítlu Dímun var annars fullteknað, tað merkir, at 18 ferðafólk skuldu við.