Útflutningurin rapaði niðureftir

Hann var nógv minni í fyrsta ársfjórðingi í ár enn hann var í fjør

Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár var føroyski útflutningur næstan ein fimting minni enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør. Hagstovan hevur talt saman, og úrslitið er, at fyrsta ársfjórðing í ár, útfluttu vit fyri slaka 1,8 milliard og tað eru 19 prosent minni enn útflutningurin var í sama tíðarskeiði í fjør.

Næstan allur útflutningurin er fiskur, og úrdráttir úr fiskavørum, so eyðvitað er tað útfutningurin av fiskavørum, sum síggjast aftur í tølunum. Sum heild er útflutningurin av fiskavørum akkurát 19 prosent minni tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør.  

Eitt nú var útflutningurin av makreli 108 milliónir í januar til mars í ár, og tað eru heili 41 prosent minni enn í fjør. Útflutningurin av toski var 230 milliónir frá januar til mars, og tað eru 25 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað er ikki líka ringt við útflutninginum av laksi, tí hann var 853 milliónir í ár, og tað eru sjey prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hinvegin er útflutningurin av laksi vaksin nakað í tonsum, so prísurin er lækkaður eitt sindur.

Men sum heild er útflutningurin av øllum fiskasløgum væl minni í ár, enn hann var í fjør. Eitt undantak er útflutningurin av svartkjafti, sum var 68 milliónir frá januar til mars í ár, og tað eru 63 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.