Útgangsstøðið er gott

»The grand old man« í føroyskum hondbólti gleðir seg til at fara undir kappingarári við einum Neistaliði, sum hevur fleiri streingir at spæla upp á enn nakrantíð

Fyri nøkrum árum síðani var Kári Mortensen óloysiligur frá VÍF, men nú ber illa til at taka navn hansara upp á tungu uttan samstundis at siga Neistin.

Vestmenningurin, sum gjørdist havnamaður, hevur seinastu árini verið ein av týdningarmiklastu persónunum í uppbyggingini av einum nýggjum Neistaliði, og tað er í grundini skemtiligt tá hugsað verður um, at Kári Mortensen er farin væl upp um 40 ár! Men tað vísir bara hugin og evnini hjá manninum.

Sum vera mann gleðir Kári seg til komandi kappingarári, tí liðið skuldi við teimum seinastu broytingunum havt góðar møguleikar at staðið seg í oddastríðið.

? Bæði Finnur og Áki eru framúr góðir hondbóltsleikarar, og tað er altíð stuttligt tá nýggj andlit koma í felagið, sigur Kái Mortensen.

Men eisini í málinum er Neistaliðið styrkt. Frá grannunum í Kyndli hava teir fingið Petur Magnusson, sum var ein knassi millum stengurnar í fjør.

Hevur Neistin so sett kós beint á tyndin?

?Nei, tað hava vit ikki beinleiðis. Vit fara eftir eini góðari plasering, og tað merkir, at vit skulu liggja frammalaga, men vit hava ikki lagt okkum eftir, at vit skulu gerast meistarar. Gerast vit meistarar, so er tað sjálvandi at fegnast um, men veruleikin er tann, at tað kann vera trupult at fáa liðið at hanga saman sum eina eind tá ein hevur vant so stutt saman sum liðið hjá okkum hevur, sigur Kári Mortensen, sum annars hevur fingið ein av sínum gomlu liðfeløgum úr VÍF sum venjara.

Páll Poulsen hevur tikið um stýrisvølin í Neistanum, og tað ger hann eftir bæði at hava verið venjari í Hoyvík og hjá kvinnuliði Neistans.

Sína egnu rollu á liðnum vil Kári tó siga sum minst um.

? Eg verði við í ár, men hvussu nógv veit eg ikki, sigur »The grand old man« í føroyskum hondbólti.