Leygarkvøldið 21. juni spælir danski bólkurin Thalie Dror Band á Skarv í Keypmannahavn Við í bólkinum eru sangarinnan Thalie Dror, Henning Pedersen á gittar, Jens Simonsen á bassi og Casper Foss á trummum. Hetta eru dugnaligir og royndir tónleikarar, sum hava spælt við bólkum sum Hotel Hunger, Anne Linnet, Danser med Drenge, Stakkels Jim, Angu og Pockets. Thalie Dror hevur fleiri ferðir spælt á Skarv, og hava tey veruliga sett lív í við tónleiki frá Led Zeppelin, Rolling Stones og líka til Allanis Morisette.
Fríggjakvøldið spælir Steve Falconer á Skarv. Steve hevur í nógv ár undirhildið í náttarlívinum á millum annað The Dubliners, og plagar at seta lív í við sínum lívliga dansitónleiki. Steve spælir covertónleik hjá millum øðrum Pink Floyd og REM.