The Beatles um The Beatles

Ongantíð fyrr er bók útgivin, har beatlarnir sjálvir siga gott fyri hvørjum orði.

Men nú er bókin The Beatles Anthology komin út kring allan heim.

Fyri Sosialin hevur Niclas Johannesen hugt í bókina

 

tónleikur

Niclas Johannesen

3. partur


RINGO: Eg havi bert eina reglu, og tað er at spæla við sangaranum. Um sangarin syngur, so nýtist tær ikki at gera nakað, bara halda saman upp á tónleikin. Um tú lurtar eftir mínari spæling, so royni eg at spæla ta kensluna, sangurin hevur. Sum til dømis »Four thousand holes in Blackburn Lancashire« ? boom ba boom. Eg royni at vísa tað. Trummu fyllini eru partur av tí. Nakað annað er, at eg spæli ongantíð tann sama trummu sequensin tvær ferðir. Líkamikið hvat fyri rytmu, eg royni at spæla, so kann eg ongantíð gera tað sama tvær ferðir, tí eg spæli við míni sál heldur enn við mínum høvdi.

Tað áhugaverda við The Beatles var, at tað var telepati okkara millum. Vit vóru allir saman um at fáa tónleikin á flog ? ella ikki. Ongantið áður ella síðani havi eg upplivað nakað líknandi.

Fyrstu tíðina varð ofta sett niður á meg. Tað var líkasum: »JOHN, PAUL, GEORGE? og Ringo« Serliga í Bretlandi. Og til henda dag finnast tónleikakritikkarar, sum ikki veruliga virðismeta mítt trummuspæl. Men tá vit fóru til Amerika, var tað deiligt, tí trummuspælarar so sum Jim Keltner (sum framvegis er mín farvoritt trummuspælari) plagdu at siga »Wow!« So tá til stykkis kom, var tað betri at verða virðismettur av øðrum tónleikarum heldur enn fjølmiðlafólki.

JOHN: Ringo er ein serstakliga góður trummuspælari. Tað hevur hann altíð verið, men eg haldi, at trummuspælið hjá Ringo er undirmett líkasum bassspælið hjá Paul. Paul var ein av teimum mest skapandi bassistum nakrantíð, og helvtin av tí bassspæli, tú hoyrir í dag, er beinleiðis tikið frá The Beatles tíðarskeiðnum. Paul helt aldrin nógv um sítt egna bassspæl. Á øllum øðrum økjum er hann ein stórur egoistur, men tá tað snýr seg um hansara bassspæl, so er hann altíð eitt sindur lítilátin.

Eg eri tað, tú kanst kalla ein primitivur tónleikari. Í aðrari merking: Eg eri óskúlaður. Eg arbeiddi ongantíð so nógv við mínum ljóðføri. Eg gjørdi bara nóg mikið til at kunna gera tað, eg vildi gera, sum var at úttrykkja meg sjálvan.

GEORGE: Eg brúkti ein Stratocaster Rubber Soul tíðarskeiðið á »Drive My Car« og slíkum sangum. Eg brúkti hann rættiliga fitt seinni eisini, tá eg byrjaði at spæla slide guitara síðst í 60?unum fyrst í 70?unum.

PAUL: Eg hevði ein bíligan Elpico guitar, sum brotnaði. So har stóð eg í Hamburg við ongum ljóðføri. Eg varð tvingaður at spæla á eitt klaver, sum tey høvdu standandi í Kaiserkeller. Tað var eitt rættiliga gott tíðarskeið fyri meg, og eg haldi, at eg menti mítt klaverspæl rættiliga fitt hesa tíðina. Av tí, at eg hevði ongan guitara, endaði eg av berum kleyvarskapi við at vera eitt sindur betur klaverspælari enn hinir.

Men akustiskur guitari er veruliga mítt høvuðsljóðføri, av tí orsøk, at eg byrjaði sum guitarspælari.

GEORGE: Nú finnast 59 ymsar støddir av guitarstreingjum. Hjá okkum var tað: »Kann eg lána onkrar av tínum streingjum?« Eg haldi ikki, vit so frætt sum kendu munin á akkustiskum- og elektriskum guitarstreingjum. Teir vóru allir sum telegraf veirar undir øllum umstøðum, sera tjúkkir, so tað var ikki hugsandi at benda teir.

RINGO: Fyrst spælir tú ókeypis, hvar tú so kanst koma til tað í heiminum. Síðani byrjar tú at spæla í klubbum og at stríðast fyri at verða rindaður afturfyri. Síðani fer tú at spæla á dansistøðum, og brádliga er tú í høll við eini sitandi fjøld (tað helt ikki leingi). Eg elskaði leikhúsini, og tað geri eg framvegis. Mær dámar best at spæla støð so sum Radio City Music Hall. Mær dámar sambandið við áhoyrararnar. Vit mistu sambandið, tá vit fóru at spæla á leikvøllum. Eg havi í roynd og veru ongan hug at spæla slík støð nakrantíð aftur. Tað var spennandi í 1964, tí vit vóru teir fyrstu at gera tað. Nú á døgum dámar mær onki at fara at lurta eftir bólkum, sum spæla á leikvøllum. Tað er sum sjónvarp ? tú kanst eins væl bíða, inntil videoin kemur út.

GEORGE: Brian fekk ikki serliga góðar avtalur í hús. Í áravís gav EMI okkum ein gamlan penny at býta okkara millum fyri hvørja selda singleplátu og tveir fyri hvørja LP-plátu. So var tað fiaskoin, tá faðir Brian avreiddi burtur rættindini til Beatles søluprýði. Hansara faðir hevði onga heimild at geva burtur slík rættindini, kortini gav hann tey til onkran mann, sum avreiddi tey víðari til onkran annan, sum seldi tey víðari til uppaftur onkran annan.

Høvdu vit í 1962/63 vitað, tað vit vita nú ella bara so frægt, sum vit vistu í 1967, so hevði tað gjørt veruligan mun.

PAUL: Brian gjørdi nakrar ússaligar avtalur okkara vegna, og hann kroysti okkum inn í langtíðar trælaavtalur, sum eg framvegis livi undir. Fyri »Yesterday«, sum eg skrivaði fullkomiliga einsamallur uttan hjálp frá nøkrum, eigi eg 15 prosent. Til henda dag fái eg framvegis 15 prosent orsakað av avtalunum, sum Brian gjørdi, og tað er ikki serliga rættvíst, serliga tá havt verður í huga, at tað er kanska aldarinnar hitt-lag.

JOHN: Vit prátaðu ongantíð um pengar. Vit vóru bara eitt sangskrivarapar. Vit byrjaðu, tá vit vóru sekstan og vit avgjørdu, at vit vildu kallað teir fyri Lennon/McCartney, og vit søgdu »her er ein sangur, vit skrivaðu«.

PAUL: Eg minnist, hvussu vit ikki fingu loyvið at fara inn í kontrolrúmið í Abbey Road. Tað vóru vit og teir. Teir høvdu hvítar skjúrtur og slips í kontrolrúminum, teir vóru vaksnir menn. Aftan fyri í gongunum og smárúmum gingu menn í búnum, funktionerar og teknikkarar, og so vóru tað vit, arbeiðsmenninir. Vit gingu inn gjøgnum dyrnar hjá arbeiðsmonnunum og fingu hjálp at seta ljóðførini upp frá hjálparfólkum har. Soleiðis var tað tá, og hetta helt sær heilt fram til Sgt. Pepper.

Vit vóru arbeiðsmenninir, sum við smáum fetum tóku yvir verksmiðjuna. Til endans høvdu vit ræðið á øllum bygninginum. Tað vóru bara vit, nøkur upptøkufólk og ein duravørður har, meðan vit tóku upp. Ongin annar var har. Tað var ótrúligt bara at ganga runt og fáa sær ein royk í ekkórúminum. Eg haldi, vit kendu staðið betur enn stjórin í felagnum, tí vit livdu har. Eg fekk mær eini hús beint við. Mær dámdi so væl at vera har, at eg kundi verið har altíð.

JOHN: Soleiðis var tað við The Beatles: Teir hildu seg ongantíð bara til ein stíl. Ongantíð spældu teir bara blues, ella bara rock. Vit elskaðu alskyns tónleik. Longu tíðliga gjørdu vit »In My Life«, »Anna« og aðrar balladir. Eg hevði eitt meira rockutt image, men um tú hyggur eftir Beatles løgunum, so havi eg líka nógv sentimental ting sum Paul. Mær dámar tað líka væl sum hann.

PAUL: Eg kundi ofta vera við skerdan lut mótvegis tí ráa John. Men tað kundi eisini venda hinvegin. Fólk hava ofta lyndið at hava eina ávísa fatan, men John kundi eisini vera tann bleyti, og eg kundi standa fyri tí hørðu linjuni. (Eitt, mær ikki dámdi vit filminum Backbeat var, at tey lótu typina, sum ímyndaði John, syngja Long Tall Sally. Eg var ovfarin. Tað var altíð eg, ið sang tað lagið. Eg og Little Richard.)

Tað er stuttligt at hugsa sær. Eg hevði orð á mær at vera tann melodiski, bleyti, meðan John var tann harði og beiski. Tað var eitt slag av yvirfladiskum sannleika í hesum, men eitt av hansara yndisløgum var »Girl Of My Dreams«.

RINGO: Nógvar av kendu stjørnunum dámdu væl okkum. Shirley Bassey var ein stór stjørna, og hon plagdi at koma at lurta eftir okkum. Alma Cogan bjóðaði okkum altíð til sínar veitslur. Eg minnist ikki til ov nógvar artistar, ið ikki dámdu okkum ? burtursæð frá Noel Coward, ið gjørdi um seg við síni »no talent« viðmerking. Vit fingu lønt honum seinni, tá Brian kom til okkum og segði: »Noel Coward er niðriundir, og hann vil heilsa upp á tykkum« ? »fuck off!« Vit vildu ikki hitta hann. Eg meini so við: »Skrubba av, Noel.«

JOHN: Vit eru komnir at kenna nógv fólk, síðani vit gjørdust kendir, men vit hava ongantíð verið førir fyri at halda tey út í longur enn ein til tveir dagar. Nøkur hanga uppi í eitt sindur longur, kanska nakrar fáar vikur, men so heldur ikki meira. Tey flestu fólkini røkka okkum ikki. Vit kunnu ikki vera saman við nøkrum í langa tíð uttan so, at tey eru okkara vinir, tí vit eru so tætt knýttir. Vit práta í kodum við hvønn annan. Tað gjørdu vit altíð, tá fremmand vóru í nánd.

GEORGE: Vit vóru greiðir um, at Ed Sullivan var tann stóri sjónvarpsverturin í USA, tí hann fekk kort sendandi frá Elvis. Og eg havi hoyrt, at meðan sendingin var víst, so var ongin fráboðan um kriminalitet, sjálvt brotsmenninir hildu frí hesa løtuna.

PAUL: 73 milliónir fólk hugdu eftir sendingini. Hetta er framvegis mett at vera eitt tað størsta hyggjaratalið nakrantíð.

JOHN: Vit lærdu spælireglurnar, vit vistu, hvussu vit skuldu handfara fjølmiðlarnar, tá vit lendu. Bretsku fjølmiðlarnir eru teir ráastu í øllum heiminum ? vit kundu klára, hvat tað skuldi vera. Eg veit, at eg umborð á flogfarinum hugsaði »vit fara ikki at klára tað«, men tað er tann síðan av mær. Vit vistu, at vit kundu sópa alt undan okkum, um vit fingu gott festi.

Eg havi onki ímóti, at fólk seta niður á okkum, tí um øll veruliga dámdu okkum, so hevði tað verið trist. Tú skalt hava fólk, sum eisini finnast at tær. Tað verður so tannleyst, um øll bara gerast púrasta bergtikin og siga »tit eru fantastiskir«. Okkum dámar væl nakrar av atfinningunum eisini, tær kunnu vera rættiliga stuttligar, ið hvussu er tann snildi kritikkurin og ikki tann, sum kemur frá fólki, ið ikki ána hvat tey tosa um.

RINGO: Tá tað snúði seg um mína familju, so kundi tað vera líkamikið, at vit nú vóru kendir í Amerika. Vit vóru stórir í Liverpool, og tað var nóg mikið fyri tey. Aftan á tað, var tað bert ein spurningur um at halda á. Tey løgdu onki serligt í tað. Eg meini: Tá tú einaferð hevði spælt í Palladium, so var tú nakað serligt í familjuni ? fyri tey var tað tað.

JOHN: Pauli og mær dámdu rættiliga væl at skriva tónleikin til filmin (A Hard Days Night). Tað vóru løtur, har vit hildu, at vit fóru aldrin at fáa tíð at skriva tað, sum skuldi skrivast. Men tað gekk. Har eru fýra løg, mær dámar veruliga væl »Can?t Buy Me Love«, »If I Fell«, »I Should Have Known Better« og »Tell Me Why«.

PAUL: Tað var ikki vanligi arbeidshátturin, tí vit skrivaðu ikki sangir eftir boðum. Vanliga, so settu John og eg okkum niður, og komu vit at hugsa um okkurt, so skrivaðu vit um tað. Men Walter Shenson spurdi John og meg, um vit kundu skriva ein sang, ið var ætlaður til byrjan og enda á filminum. Vit hugsaðu um tað, og tað tóktist løgið at skriva eitt lag, ið kallaðist »A Hard Days Night« ? tað ljóðaði løgið, men vit vendu tí til eitt hugskot um, at tað hevur verið »a hard days night« og vit hava arbeitt allan dagin, og nú skulu heim til okkara gentu og alt er fínt.