Vit, sum hildu og halda, at eitt uttanríkisráð er neyðugt í strembanini fram ímóti eini føroyskari republikk, fegnast sjálvandi hvørja ferð okkurt forkunnugt kemur undan væðingini uttan av Tinganesi. Tað er tó langt ímillum snapsirnar, serliga eftir at ambitiónsniveau´ið foyktist út ígjøgnum sama lyklarhol, sum Høgni Hoydal varð lempaður út ígjøgnum fyri hálvum øðrum ári síðan av javningunum, ið eru farnir at ræðast alt sum bara ber brá av føroyskum tjóðskapi. Nú ræður tað mest um at spæla fólk í húsi, at sleppa at sita uppi í donsku kringekjuni. Við reimum og selum.
Í gjár var tíðindafundur hildin í øðrum potensi. Fiskimála- og uttanríkisráðharrin høvdu rulkað kloddar sínar saman, og við hesi pallseting ynsktu teir at tosa beinleiðis við alla tjóðina. Breaking news við lít, Danmark hevði útdelegerað Føroyum evsta sessin í fiskivinnubólkinum í norðurlandaregi, meðan teir sita við samlaða formanssessinum í 2010. Hugsaði við mær sjálvum, at nú er soðið hjá samgonguni tunt. Hendan bótasúpanin hevur verið so oftani úti í hjallinum og vent, eftir at vera uppafturkókað upp í saman aftur, at hon við tíðini er farin at kennast sum gallsúrur laki undir gómanum. Vælindini hveppast við so hvørt sum droparnir seta at annars harðføra ganginum.
Pætur í Funningi og Ormur bóndi runnu mær til hugs. Ormur av Ytra Skála mundi vera ein karismatiskur og jovialur maður, og sjálvt um kantarnir ikki vóru heilt so reinir, so var hann kendur fyri at vera gestablíður. Táið funningsbóndin sá sítt egna mark á oyrunum á sviðnu seyðarhøvdunum yviri á Ytra Skála, var honum tó ovboðið. “Seigt er slíkt”, mælti hann fram fyri seg. “Et tú, væl er kókað”, svaraði Ormur. Endareplikkin hjá Pæturi var ta ferðina: “Tungt at eta sítt og tað stolið.”
Soleiðis fyrikoma hesir trællir Fólkafloksins mær í hesi stund. Málið um hendan formanssessin í fiskivinnubólkinum eigur hvørgin ministarin minsta vetið í. Táið eg á várið í 2008 fekk at vita, at hetta kundi gerast ein møguleiki, táið danir fingu formanssessin í Norðurlandaráðnum, kom hugskotið upp, og eftir nakað av samskifti við danska ráðharran, ið varðar av fiskivinnumálum, varð avrátt, at Føroyar skuldu eiga hendan sessin, sum tíðindafundur nú hevur verið um. Hetta er CHE-samgongunnar verk í øllum lutum, tí tykist tað heldur enn ikki ósmæðið av Vestergaard og Niclasen, - líka so nonsjalant at rista breiðar álir av herðum annara.
Tað snildasta við tíðindafundinum var tó, at øll kundu fylgja honum á alnótini. Eitt tøkniligt framlop. Sambært Vágaportalinum vóru tað tó bara 189 fólk í øllum heiminum, ið gjørdu brúk av hesum forkunnuga møguleikanum. Tað var keðiligt, táið Fiskimálaráðið nú einaferð hevði gjørt sær so óvanliga stóran ómak, fyri at føroyingurin skuldi gerast partur av teirra strabadsum og tunga gerandisdegi. Eftir øllum at døma hevur Jacob Vestergaard boðið hesa nýggju tænastuna út í almennum útboði, tó at eg ikki havi sæð lýsingina í bløðunum, og júst her er tað, at Richard Florida hevði fingið eina heilt nýggja vitan inn um húðina og handan skallabeinini, hevði hann vitjað Føroyar. Helst hevði hann tá bøtt um fyrstu útgávuna, tí tá hevði hann havt vitjað í landinum við tí óvanliga faktorinum, góstreidaranum, har tilvildin, nepotisman og skipaða kaosið kann spæla øllum eitt puss. Helst var tað tað sum hendi, táið ein kendur íverksetari, sum er formaður í almenna Vinnuframagrunninum og skrivari hjá tingbólki Fólkafloksins vann entreprisuna ígjøgnum Netvarp.fo hjá Spf. Globi, um at senda beinleiðis frá tíðindafundinum úr Fiskimálaráðnum hjá Fólkaflokkinum.
Ei dáni í at vit eru fremstir í broddi fylkingar í øllum lutum. Vit eiga ein kreativan klassa, sum ber av øllum. Sum ongin logikkur og rasjonalitetur miðvíst kunnu elta. Hesin pallsetur seg sjálvan líkamikið hvussu oyramarkið lýtur út á sviðna høvdinum, sum vappar og smírist í bráðkomnari deyðsangist í trognum. Nú bíða vit bara eftir at Netvarp.fo hjá spf. Globi fer at varpa beinleiðis frá confidentiellu og toppseacraðu fundunum í Uttanríkisráðnum. Tað verður undirhald fyri hvørja skattakrónu. Ein avanserað útgáva av krógva og blunda. Neyðugt er í hvussu er ikki at fara yvir um ánna eftir vatni, tað snýr seg bara um, at ein tingbólkaskrivari tekur ein av mongum tútahúgvum niður av knakanum.
Jesaja spámaður skrivar um mannin, ið rann eins og runnur úr turrari jørð. Vit eru nú vælsignað við einum merkisverdum kreativum klassa, ið hevjar seg framúr og uppum alt, sum higartil hevur verið monnum kunnugt. Her fer ivaleyst við vissu at blíðka fyri hugaðum monnum. Hesin snapsurin verður heilt víst ikki hin seinasti í røðini hjá nýsamanriknu og gávaðu tríeinigheitini hjá radikalu sjálvstýrarunum. Sanniliga er hvør dagur ein nýggj og spennandi uppliving í hesum fjarskotna landi, og bara Guð má vita, hvat dagurin ímorgin man eiga í sær av duldum mátti og kreativum formati. Tað spyrst um livst.