“The Royals” taptu móti Roo og Ron

Manchester United eru enn á odda í Premier League, eftir tvey mál í øðrum hálvleiki frá Wayne Rooney og Cristiano Ronaldo. Málini góvu teimum sigurin móti Reading á Madejski leikvøllinum. Aðrastaðni fekk Keegan stig, meðan Arsenal og Chelsea vunnu

FÓTBÓLTUR

 

Tá Manchester United fer á vitjan hjá einum liði sum Reading, tá eigur man at vænta at tað nærum er ein avgreiðsluspurningur, men so var ikki um vikuskiftið. Í langa tíð av dystinum høvdu United heldur trupult við at spæla móti einum treiskum heimaliði, men móti endanum skrædnaði.

 

Ronaldo, enn eina ferð

Liðið hjá Sir Alex Ferguson var í døpurhuga í stórum løtum av dystinum, men móti endanum fingu teir hol á í 77. minutti, tá Wayne Rooney varð spældur leysur av Carlos Tevez.

Cristiano Ronaldo økti um munin í tíðini, dómarin hevði valt at lagt afturat, tá hann eftir mótálop, lættliga kundi seta tánna á bóltin, og leggja United á odda 2-0 og samstundis pynta um sítt imponerandi máltev, ið mangan hevur bjargað United úr vónleysum støðum. Hann hevur nú skotið 17 mál í Premier League, og er tað tvey fleiri enn Emmanuel Adebayor hjá Arsenal.

 

Keegan er komin heim

Heimkoman hjá Kevin Keegan til Newcastle fyri aðru ferð sum venjari, endaði í málleysum javnleiki, tá Bolton komu á vitjan.

Besta málmøguleikan í dystinum átti innskifti J’lloyd Samuel hjá Bolton, men hansara roynd varð bjargað av íranum, Shay Given í Newcastle málinum.

 

Enn ájavnir United

Arsenal blivu veranda aftanfyri United uppá málmun, eftir at áleyparin Emmanuel Adebayor skoraði tvær ferðir høgdi til í 3-0 sigrinum móti Fulham á Craven Cottage.

Miðvallarin, Tomasz Rosicky krýndi ein sera góðan dyst frá sínari síðu, við einum máli, ið var fluktað í netið, tá nýggju minuttir írestaðu.

 

Chelsea halda trýstið

Chelsea hildu trýstið á tey bæði ovastu liðini, eftir at teir vunnu ein tepran 1-0 sigur móti einum kempandi Birmingham liði á St. Andrews leikvøllinum.

Peruvianski áleyparin, Claudio Pizarro stútaði eitt hornaspark frá Juliano Belletti í netið tá 11 minuttir írestaðu, og tað var nóg mikið til at geva Avram Grant og hansara monnum, enn ein sigur.

 

100 til Keane

Tá Tottenham høvdu vitjan av Sunderland um vikuskiftið var tað ikki Roy Keane, venjari hjá Sunderland, ið stjól yvirskriftirnar. Heldur var tað landsmaður hansara, tann nakað yngri Robbie Keane, ið við sínum máli nummar 100 fyri Spurs, kundi tryggja Londonfelagnum sigurin, eftir at Aaron Lennon hevði lagt teir á odda.

 

Úrslit um vikuskiftið

Birmingham-Chelsea 0-1 (Claudio Pizarro)

Blackburn-Middlesbrough 1-1 (Derbyshire-Wheater)

Fulham-Arsenal 0-3 (Adebayor 2, Rosicky)

Man City-West Ham 1-1 (Vassell-Cole)

Newcastle-Bolton 0-0 (-)

Portsmouth-Derby 3-1 (Benjani 3-Nyatanga)

Reading-Man Utd 0-2 (Rooney, C.Ronaldo)

Tottenham-Sunderland 2-0 (Lennon, Keane)

Wigan-Everton 1-2 (Jagielka-Johnson, Lescott)

Liverpool-Aston Villa (Skal spælast í kvøld, 21. januar klokkan 20)