Thetis til Tvøroyrar á føstulávint

Eins og siður er, kemur sjóverjuskipið Thetis til »heimbygd« sína, Tvøroyri, á føstulávint

Tað hevur nú í nógv ár verið siður, at danska sjóverjuskipið við Føroyar skal til Tvøroyrar á føstulávint.

Tvøroyri hevur »adopterað« skipið, og tí kann sigast, at skipið kemur heim til Tvøroyri.

Thetis kemur á Tvøroyri sunnudagin 22. februar, og klokkan 13 byrjar tunnusláingin fyri børnum í aldrinum 3 til 14 ár.

Hesum boðaði sjóverjan frá í tíðindaskrivi í gjár.

Sagt verður eisini, at børnini eru vælkomin til at taka foreldrini við umborð.

Tá ið tunnusláingin er liðug og kattakongarnir eru funnir, bjóðar manningin luttakarunum ein heitan munn av kakamjólk og fastalávintsbollar.