Sjálvandi er havsins ríkidømi fólksins ogn, uppá sama máta sum ríkidømið undir havsins botni, oman á og undir jørðini, havnir, skúlaverk, heilsuverk og annað mangt eru tað. Skattur, MVG og avgjøld gera landsins kosnu menn og kvinnur til landsins ogn, sum skal forvaltast eftir fólksins vilja.
Sum ognari av landsins ogn krevur Føroya fólk, at Føroya løgting sum lóggávuvald og Føroya Landsstýri sum umsitari fær so stóran vinning úr tilfeinginum sum tilber.
Tá forsíðan á Dimmalætting tosar um kaotisk kjak, so er orsøkin til hetta kjakið einføld: Føroyski politikarin forvaltar ikki Føroya fólks ogn við omanfyrinevnda endamáli.
Bjørn á Heygum
Bjørn á Heygum sigur, at ógvuliga góðar grundir skulu til at broyta rættarligu støðuna í sambandi við at eiga fiskirættindi, at selja fiskirættindi og so trumfurin, at Føroya løgting hevur staðfest ruðuleikan við at frítaka sølu av fiskirættindum frá mvg-gjaldi.
Spurningar til
Bjørn á Heygum
Hevur Føroya løgting brotið sína egnu »grundlóg« í fiskivinnulóggávuni við, at menn eiga fiskiloyvi og umseta fiskiloyvi. (les: kunnu spekulera í fiskiloyvum)?
Tá lógin sigur, at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks, hví kunnu so menn ganga við fiskiloyvum í reyvalummanum, uttan at skylda og ábyrgd fylgir við at fáa fiskin úr havinum?
Hvør munur er á oljuvinnuni í verk og fiskivinnuni í verki, sum báðar í fyrstu grein staðfesta, at tilfeingið er ogn Føroya fólks?