Thomas Juul leggur floytuna frá sær

Skaði forðar og hugurin er ikki til staðar.

##med2##

Tá ið landskappingarnar í hondbólti byrjar um vikuskiftið 14. og 15 september, verður tað uttan eitt av kendastu andlitunum á vøllinum.

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, ið hóast ungan aldur hevur verið fastur fúsur at døma í bestu deildunum – og eisini stóru dystirnar og finalur – tekur ikki floytuna fram hetta kappingarárið.

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen sigur við in.fo, at orsøkirnar eru tvinnar. Dómarin hevur ein skaða í lærkrikanum, sum argar, og harafturat er hugurin rætt og slætt ikki til staðar í løtuni.

- At verða dómari krevur øgiligan seriøsitet, sigur dómarin og greiðir frá at tað fer við nógvari tíð og orku at fyrireika, eftirmeta og hyggja at sjónbondum, umframt sjálva dømingina. Tann orkan er ikki til í løtuni.

- Eg tími ikki at vera 50 prosent. Tá ið eg dømi skal eg vera 100 prosent, tekur ungi, men royndi dómarin til.

Spurdur um hann kann hugsast at taka floytuna fram aftur seinni, svarar Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen soleiðis: - Eg eri bara 28 ára gamal, og kundi jú havt eini 30 ár afturat í mær sum dómari, so eg fari ikki at siga at hetta er ein avgerð fyri alla tíð. Eg havi fyrst bara avgjørt, at eg dømi ikki hetta kappingarárið.

Trýst omanfyri og hoyr Thomas Juul S. Thomsen greiða frá fyrstu steypafinaluni hann dømdi - Frá Sportboxini á FM1 22. februar 2019