Skipakeyp
Tað er dóttirfelagið hjá P/F Thor, P/F Thor Fisheries, sum nú hevur gjørt avtalu um keyp av tveimum stórum frystitrolarum, Hercules og Poseidon.
Gunnbjørn Joensen, annar av stjórunum í Thor, sigur, at hesir trolararnir eru 105 metrar langir, 20 metrar breiðir og hava hvør sína 8050 HP Wartsila maskinu.
Vigo-røðin
- Skipini eru av sonevndu Vigo-røðini, ið eru 15 systurskip, sum eru bygd í spanska býnum, Vigo. Tey eru bygd í tíðarskeiðinum 1991-1995. Eitt av hesum systurskipum er Athena, sum siglir undir føroyskum flaggi, og sum Thor frammanundan er parteigari í og reiðir út fyri.
Vigo er stórur og kendur fiskivinnubýur í
Spaniu, og her eru eisini onnur føroysk skip bygd, eitt nú Bakur og Stekur, sum Faroe Seafood eigur. Í løtuni verða tvey onnur skip bygd til felagið í Vigo.
Í Kyrrahavið
Gunnbjørn Joensen sigur í tíðindaskrivi í morgun, at skipini, Hercules og Poseidon, í løtuni eru í Panama.
- Tað fyrra skipið, sum er Poseidon, varð yvirtikið í gjár, 29. februar, og seinna skipið, Hercules, verður væntandi klárt til yvirtøku seinast í februar.
Hann sigur, at bæði skipini komu úr fiskiskapi í Kyrrahavinum við endan av farna ári og fara væntandi aftur til fiskiskap um mánaðarskiftið, februar/ mars.
- Talan er um fiskiskap eftir rossamakreli í altjóða sjógvi út fyri suðuramerikansku vesturstrondini, leggur Gunnbjørn aftrat.
Rossamakrelurin verður heilfrystur, pakkaður og síðan fluttur beinleiðis inn á marknaðin við farmaskipi.
- Hvørt skipið hevur eina framleiðsluorku, sum er 280 tons av lidnari vøru um samdøgnið, sigur Gunnbjørn Joensen.
Manning og flagg
Manningartalið umborð á Hercules og Poseidon fer at liggja um 120 á hvørjum skipi í senn.
Stjórin sigur, at manningin verður úr ymiskum londum, eitt nú Føroyum, Noregi, Ruslandi og Kina.
- Skipini koma at sigla undir føroyskum flaggi, og tey verða skrásett í Hósvík, har vit hava okkara høvuðssæti, og umsitingin av skipunum verður somuleiðis í Hósvík, leggur hann aftrat.
Fígging og veitarar
Gunnbjørn Joensen sigur, at tað eru føroyskir fíggingarstovnar við Eik Banka á odda, sum hava víst stórt áræði.
- Keypskostnaðurin fyri bæði skipini liggur um 300 miljónir krónur, og hetta er føroyska fígging burtur av.
Hann sigur, at fleiri føroyskir veitarar standa seg væl í altjóða kapping.
- Vit hava keypt meginpartin av trolútgerðini frá Vónini, og skipini eru tryggjað hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur annar av stjórunum í Thor, Gunnbjørn Joensen.