Thor hjá Sea Shepherd í Vágsbotni

Um trý-tíðina lá ein av skjóttgangandi bátunum hjá Sea Shepherd, Thor, í Vágsbotni.

Stutt fyri klokkan trý legði ein av skjóttgangandi bátunum hjá Sea Shepherd, Thor, at bryggju í Vágsbotni.

 

Fólkini umborð gjørdu ikki stórt um seg. Ein einstakur vitjandi var á bryggjuni, men báturin var ikki liggjandi leingi, longu um eitt korter til fýra fór hann av Havnini aftur.

 

Á havnaskrivstovuni í Havn høvdu tey ikki havt samband við Thor, so tey vistu lítið at siga frá, hvørji ørindini vóru.