Úti - men nøgdir

12 føroyingar hava í dag verið til kappingina Danish Open. Hóast allir teir føroysku spælararnir ruku út í 2. umfari, so verður latið væl at avrikunum.

 

Kappingin er tann stórsta kappingin, ið føroyingar nakrantíð hava verið við til og hava úrslitini verið góð. Hjá monnum spældu Regin Enghamar og Uni Árting seg víðari til 2. umfar. Tað verður mett sum flott. Jákup Martin Jacobsen, Barður Olsen og Hans Eivind Olsen komu beinleiðis til 2. umfar.

 

Í 2. umfari varð mótsøðan harðari og taptu allir føroyingarnir sínar dystir. Her var ongantíð talan um ein avgreiðsluspurning móti føroyingunum, og vóru teir væl við í øllum dystunum.

 

Kappingin hjá kvinnunum er ein tann sterkasta kappingin nakrantíð og tí var ikki vænta tað heilt stóra av okkara kvinnum, og taptu tær allar sínar dystir, tó um møguleikin at taka okkurt setti avgjørt var til staðar.

 

Kappingin sum er í Esbjerg heldur fram allan dagin og fylgjast kann við stroyming inni á heimasíðuni hjá DR Sporten frá kl 16.

 

Føroysku dartspælararnir fara aftur í eldin í morgin, tá Danish Masters verður. Lutakastið til tí kappingina verður tíðliga í morgin árini

 

Úrslit:

1. umfar:

Petur Thomsen – Lewis McGurn  1-4

Regin Enghamar – Kim Rasmussen 4-1

Rúni Olsen - Brian Haagensen 3-4

Vallbjørn Mittelstein – Christian Kjær Hansen 1-4

Uni Áarting – Jan Svensen 4-1

Jákup Martin Jacobsen – Piotr Turek. Jákup Martin vann uttan dyst

Jørgen Meitelberg – Benny Nielsen 1-4

 

Kvinnur

Joan Edvør Thomasen – Katarina Von Rufs 0-4

Jóhanna Jonhardsdóttir -  Snezana Veljkovic 0-4

Gunnbjørg Dam  - Helle Madsen 0-4

 

2. umfar:

Regin Enghamal – Thomas Chant (Ongland) 1-4

Uni Árting – Mads Mæersk Hansen (Ringsted) 3-4

Hans Eivind Olsen – Dann Larsen (Lido)  2-4

Barður Olsen – Tony Madsen (Verdinge) 2-4

Jákup Martin Jacobsen – Torben Nielsen (Holbæk) 2-4