Í Kvívíkar kommunu heita tey í dag á sínar borgarar um at rudda økið Niðri í Urð.
- Í samband við Urðardansin, sum verður 21. og 22. august, má økið ruddast.
Tí heitir kommunan á fólk, sum eiga lutir Niðri í Urð, um flyta bátar, bátavognar og ymiskt annað av økinum.
- Økið, sum skal ruddast, er markerað, og ruddast skal áðrenn mánadagin hin 17. august, siga tey í Kvívíkar kommunu.










