Hann hevur verið burtur frá fótbólti í eitt heilt ár, tí hann hevur havt tvey brot í fótinum, men nú er hann aftur á vøllinum, 41 ára gamli skotski málverjin, Craig Gordon.
Hann hevur vart málið hjá Hearts nakrar dystir í bestu skotsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið, og nú er hann aftur tikin út til skotska landsliðið, ið skal spæla venjingardystir móti Niðurlondum á útivølli 22. mars, og móti Norðurírlandi á heimavølli 26. mars.
41 ára gamli málverjin spældi seinast ein landsdyst fyri Skotland, tá skotar á heimavølli í HM-undankappingini vunnu 2-0 á Danmark, 15. november í 2022. Føroyar vóru í sama bólki, og var Craig Gordon við í báðum dystunum móti Føroyum, ið Skotland vann greitt 4-0 á heimavølli, og tepurt 1-0 á Tórsvølli, har teir ikki vóru óhepnir at vinna.
Craig Gordon hevur higartil spælt 74 landsdystir fyri Skotland.
Í EM-endaspælinum í Týsklandi í summar er Skotland í bólki A saman við vertstjóðini, Týsklandi, Ungarn og Sveis.