Til Amerika fyri at granska Bíbliuna

Djúpt inni í kristna samfelagnum í Føroyum liggur í ikki so fáum eitt ynski um at menna fatanina fyri gudfrøðini og at ferðast um heimin fyri at spjaða fatanina út. Í nógvum førum hevur hetta ført við sær, at fólk eru farin út um Norðurlond at nema sær størri kunnleika. Í Amerika er ørgrynna av lærdum skúlum, ið eru halgaðir læruni av Bíbliuni, og hesir skúlar hava serliga talað til næmingar kring allan heimin. Ein føroyskur lesandi er nýliga komin við familjuni til Columbia, South Carolina, fyri at halda fram við lestrinum á Columbia International University

Øssur Andreasen: 29 ár

Tórun R. Andreasen: 26 ár

Boas: 8 mánaðir


Djúpt inni í kristna samfelagnum í Føroyum liggur í ikki so fáum eitt ynski um at menna fatanina fyri gudfrøðini og at ferðast um heimin fyri at spjaða fatanina út. Í nógvum førum hevur hetta ført við sær, at fólk eru farin út um Norðurlond at nema sær størri kunnleika. Í Amerika er ørgrynna av lærdum skúlum, ið eru halgaðir læruni av Bíbliuni, og hesir skúlar hava serliga talað til næmingar kring allan heimin. Ein føroyskur lesandi er nýliga komin við familjuni til Columbia, South Carolina, fyri at halda fram við lestrinum á Columbia International University.

Eg tosaði við Tórun og Øssur Andreasen gjøgnum internetið stutt eftir árskiftið. Hetta er tað, tey høvdu at siga:

Joel Cole: Greið okkum frá, hvussu tað bar til, at tit eru komin til Amerika fyri at gera tykkum liðug við útbúgvingina?

Øssur Andreasen: USA er í dag uttan iva staðið, ið hevur flest bíbliuskúlar, kristnar bókmentir, missiónsvirksemi o.s.fr. Eg var fyrstu ferð kunnaður við møguleikan at lesa gudfrøði í USA, tá ið eg var við missiónsfelagskapinum OM í Asia. Eg kom heim aftur í 1991, og byrjaði tá nøkur fá ár seinri at lesa sum sjálvlesandi ígjøgnum Columbia International University. Eg arbeiddi fulla tíð og gjørdi so skúlating um kvøldini. Í 1994 fór eg fyri fyrstu ferð yvir her á skúla. Eg tók eina lestrarhálvu. Síðani fór eg heim aftur eina tíð, og tá vórðu Tórun og eg gift. Vit fóru so yvir aftur í 1995 sum hjún, Tórun var í starvsvenjing, og eg tók eina lestrarhálvu afturat á skúlanum. Skúlin, ið eg tá gekk á, æt Emmaus Bible College. Hann liggur í Dubuque, Iowa. Hetta er ein skúli, ið er serliga knýttur at Brøðrasamkomuni. Tá ið vit í 1998 fóru yvir aftur, fór eg at lesa víðari á Columbia International University, sum liggur í Columbia, South Carolina. Hetta er ein skúli við uml. túsund næmingum, sum koma úr ymiskum londum og trúarsamfeløgum.

TRA: Hetta er aðru ferð, eg eri í U.S.A. Fyrru ferð var í sambandi við mína pedagogútbúgving. Eg var í starvsvenjing her í tríggjar mánaðir og arbeiddi við skizofrenum fólkum. Tað var sera áhugavert.


JC: Familja tykkara er økt fyri stuttum?

TRA: Ja, Boas, sum nú er 8 mánaðir, kom í verðina, tá ið var liðug at lesa til pedagog. Hann var tríggjar mánaðir, tá ið vit komu yvir hesu ferð. Tað var ætlanin, at eg skuldi vera heima hjá honum, meðan Øssur var í skúla, men eg avgjørdi at taka tveir klassar á sama skúla sum Øssur.

JC: Hvat lesur tú ítøkiliga?

ØA: Eg eri so gott sum liðugur við BA í Bible and general Studies. Eg byrjaði uppá MA í hesum sama í januar.

JC: Ein útbúgving kann hava nógv endamál, frá at ein fær hug til at skapa eitt heim og planta røtur, til at leita um í verðini fyri at finna eitt nýtt stað at arbeiða. Hvørjar eru ítøkiligu ætlanirnar hjá tær, tá ið tú ert liðugur við útbúgvingina, og hvar verða ætlanirnar førdar út í lívið?

ØA: Eg hevði onga ítøkiliga ætlan aftan fyri at lesa gudfrøði. Tað var meiri av teirri orsøk, at eg vildi fáa eina betri fatan av endamálinum við tilveruni, Gudi og Hansara Orði.

- Eg trúgvi, at tað er ómøguligt hjá okkum menniskjum við tí lítla heila, stuttu lívitíð o.s.fr. at fáa skil á nøkrum av hesum, uttan so at Gud sjálvur velur at opinbera seg fyri okkum. Eg trúgvi eisini, at Gud hevur opinberað seg millum annað í søguni, skapanini og fremst av øllum í Orðinum, og tað royna vit so at granska.

- Ætlan okkara er at koma heim aftur til Føroyar, og vit vóna at kunna vera ein stuðul í Harrans verki har.

JC: Bíblian lærir okkum, at kristin skulu spjaða trúnna á læru Jesus Krists. Tá ið vit hugsa um tína útbúgving og persónligu royndir, hvussu skal trúboðarin arbeiða við umstrídda sjónarmiðinum at leggja eina trúgv yvir eina aðra?

ØA: Eg havi arbeitt millum buddistar, hinduarar, og muslimar í Asia í nærum tvey ár. Eg lærdi ígjøgnum hesa tíðina at elska og virða hetta fólkið. Vit vóru ikki har, tí at vit hildu okkum vera klókari, rættvísari ella nakað slíkt. Vit høvdu einki ímóti fólkinum har, tvørtur ímóti føldi eg, at vit hava nógv at læra av teirra livihátti á nógvum økjum.

- Vit vóru har fyri at tosa um endamálið við lívinum, um Gud og boðskap Hansara til mannaættina. Eg trúgvi, at Gud er ein veruleiki, tað er ein meining við lívinum, og at tað er nakað, sum vit kunnu kalla ?sannleiki?. Buddisma og Bíblian kunnu til dømis ikki bæði vera sonn, tí tey eru fulkomiliga mótsigandi viðvíkandi læruni um Gud o.s.fr.

- Um lívið onga meining hevði, hevði eg kunnað verið samdur við teimum, ið siga ?en hver er salig i sin egen tro?. Vit eru øll á veg út úr hesum heimi og skulu møta tí æviga. Eg meini tí, at hetta eru alt ov álvarsligir sannleikar, til ikki at verða tiknir upp á mál við onnur, eisini við tey, ið ikki eru samd við okkum.

- Eg meini, at tað var prædikumaðurin Spurgeon, ið samanbar seg í sínum evangeliska arbeiði við ein biddara, ið segði einum øðrum biddara frá, hvar hann hevði funnið breyð. Eg meini, at tað er í einum slíkum anda, at vit eiga at bera boðskapin til onnur.

Vilt tú hava meiri at vita um gudfrøðiligan lestur í Amerika, ber til at lesa á internetinum á adressuni www.dogpile.com undir: theology, evangelical, og education.

Joel Cole, ið skrivar teigin Føroyingar kring heim, er giftur føroyskari kvinnu. Tey búgva í Shakopee, Minnesota. Hann arbeiðir sum free-lance-journalistur og listamaður. Turið Kjølbro hevur týtt.