O, tíni reinu eygu ljós og blá
meg minna á tað dýpið sum eg sá -
(tað sjeyogtjúgá ár nú eru síðan').
Títt andlit er so yndisligt at sjá,
og røddirnar um tíðirnar sum tá
ið landsins vitni, umboð fóru víðan.
Barst fyri tínum góða, fagra hind,
og dálka ikki teg við teirri synd,
sum heimsins tjóðir tær nú vilja bjóða.
Tær ognið eg mítt ljóð, sum eymt eitt kind,
ið tváar sær í ljósins frísku lind
av inniligum evnum við tí góða.
Við heilsan eg nú endi hetta ljóð,
og biði um at eydnan er tær góð
um heimsins høv, har Kristus við tær fylgir.
Títt eyðkenni er himmal, hav og blóð,
og undir tí mangt Føroya barnið stóð,
um hóttu ódnarstormar, brutu bylgjur.
Allahalgannadag
01.11.02.
Christian F. Djurhuus