Nú løgtingsval stundar til, hevur Heilsurøktarfelagið, sum mongum kunnugt, greitt frá nøkrum hjartamálum, sum felagið hevur og sum felagið vónar, at nývalda løgting og landsstýri fara at hava í huganum í komandi valskeiði.
Hjartamálini, sum eru átta í tali og sum verða neyvt greinaði á okkara heimasíðu, snúgva seg í fyrsta lagi um tað likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvi, sum okkara limir arbeiða undir.
Vit eru sannførd um, at tá størri fokus verður á hesi mál, kemur hetta við tíðini eisini at bøta um okkara mangan truplu arbeiðsviðurskifti, eins og hetta kemur at gera lívskorini og lívsdygdina hjá okkara eldri borgarum, sum vit varða av, betri.
Sum næstforkvinna í Heilsurøktarafelagnum fari eg staðiliga at heita á øll valevni, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið, at hyggja inn á okkara heimasíðu – heilsuroktarafelagid.fo
Her kunnu valevnini, sum nú bjóða seg fram at stýra Føroyum, lesa um okkara hjartamál, eins og tey fáa eina holla kunning um, hvat rørir seg innan røktarøkið, sum vit øll fyrr ella seinni einaferð gerast partur av.
##med2##
Forkvinna okkara, Rakul í Gerðinum, greiðir eisini í filmsbrotum frá, hvat liggur aftan fyri okkara fremstu hjartamál.
Tað er okkara ábyrgd sum fakfelag, ið veitir so mongum av okkara borgarum eina tænastu, at varpa ljós á heilsurøktarayrkið og arbeiðsumstøðurnar hjá okkara limum.
Hetta er eisini orsøkin til, at nevndin í Heilsurøktarafelagnum saman við álitisumboðum hevur valt at seta orð á nøkur átrokandi hjartamál, sum vit vóna, at valevnini til løgtingsvalið vilja lesa og taka til sín í tí arbeiði, sum nú liggur fyri framman.
Heilsurøktaraøkið er tungt, bæði likamliga og sálarliga, men tað er einki, sum heilsurøktarar vilja meira enn at veita okkara borgarum - hvar í skipanini tey enn eru - eina holla, dygdargóða og virðiliga tænastu.
Hetta krevur í fyrsta lagi, at vit hava fleiri fólk við heilsurøktaraútbúgving ella øðrum samsvarandi útbúgvingum, sum nøkta tørvin hjá okkara borgarum, men hetta krevur eisini góðar og virðiligar arbeiðsumstøður.
##med3##
Tað er okkara fremsta mál at tryggja virðið í røktini, og nú vit greitt hava sett okkara fremstu hjartamál á breddan, ynskja vit sjálvsagt eisini, at øll valevni gera sær ómak at lesa tey og taka tey til sín.
Hetta er áheitanin hjá okkum í Heilsurøktarafelagnum til tín og tykkum øll, sum nú koma at mynda løgting og landsstýri tey næstu árini.
Bingerð Hjalmarsdóttir,
næstforkvinna í Heilsurøktarafelagnum