Eg kom at kenna teg, stutt eftir at tú komst til Føroya fyri júst 35 árum síðani. Vit komu í prát í eini veitslu, og nakað seinni komst tú og vitjaði familju mína. Hetta blivu til nógvar vitjanir og til eitt tætt vinalag við teg, Teresu, dóttir tíni Aniu, versoni tínum Marek og abbadóttir tíni Ingu, sum tú øll vart so góður við.
Tú fekst skjótt stóran alsk til landið og náttúruna og í frítíð tína ferðaðist tú runt við myndatól og tók avbera vakrar myndir av náttúruni. Sum sivilverkfrøðingur vart tú sera áhugaður í tøkni, og tú fekst tíðliga dronu, sum tú kundi taka forkunnugar myndir við. Eg minnist, hvussu hesar myndir frøddi teg. Nevnast kann eisini, at Janusz hevði tikið flogprógv og hevði loyvi at flúgva minni flogfør. Eyguni glógvaðu, tá ið hann greiddi frá, hvussu vøkur klótan er úr erva og hvussu lítil ein kennir seg sum menniskja og hvussu øðrvísi upplivingin er at flúgva, tá ið man sjálvur stýrir flogfarinum.
Sum persónur var Janusz blíður, hjálpsamur og álítandi. Hann var álitspersónur á skipasmiðjuni, men líka nógv var hann nógvum myndugleikum til hjálpar, tá ið tey høvdu brúk fyri hjálp av ymiskum slagið ella umseting í samband við pólskum ríkisborgarum. Janusz segði ongantíð nei, tá ið heitt var á honum.
Janusz hevur gjøgnum lívið, verið arbeiðssamari enn tey flestu, hann helt á at arbeiða hóast hann fekk álvarsliga sjúku at dragast við, og spardi ongantíð seg sjálvan. Yvirhøvur setið Janusz ongantíð seg sjálvan fremst, hann hugsaði altíð um hini. Hann var av sonnum hjartagóður og ein humanist av lyndi. Rættvísi og javnrættindi fyltu sera nógv í hansara huga, og tað einasta sum veruliga kundi gera hann harman, var órættvísi.
Síðstu árini hava verið sera tung hjá Janusz uppá nógvar mátar. Hann hevur drigist við sjúku, sum spakuliga versnaði, transplantatión sum miseydnaðist, samstundis sum hann kendi, at hann ikki var viðurkendur sum samfelagsborgara á jøvnum føtti við føroyingum, hóast hann hevði givið føroyska samfelagnum so nógv. Tí betur hava tað verið fólk, sum hava sæð órættin, og sum hava roynt at tala hansara sak. Tað var Janusz sera takksamur fyri.
Eitt sum hevur frøtt Janusz síðstu tíðina, eru húsini í Kvívík, sum vóru liðug í vár. Tað eydnaðist tíverri ongantíð Janusz veruliga at flyta inn í tey.
Leygardagin hevði tú fylt 72 ár. Hendan dagin, sum familjan ætlaði at hátíðarhalda teg í Kvívík, halda vit í staðin minnismessu fyri tær í Mariu Kirkjuni.
Hetta er serliga tungt fyri tykkum Teresa, Ania, Marek og Inga, sum hava mist so nógv. Eg sendi tykkum mína djúpastu samkenslu.
Góði Janusz har tú ert nú, er eingin pína og líðing. Hvíl í friði kæri vinur!
Hoyvík 4. juni 2025
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe