Tobias var trífaldur málskjútti

Løgmanssteypið: Við stórsigri í Sørvági var NSÍ síðsta felagið, sum vann seg í hálvfinaluna

Tað var eingin ivi, tá ið síðsta fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið í kvøld var á Dungasandi í Sørvági.

 

Oddaliðið í landskappingini NSÍ var gestur hjá 07 Vestur, og tað vóru gestirnir, sum við sannførandi 4-0 sigri vunnu seg í hálvfinaluna, har hini liðini eru KÍ, Víkingur og HB. Hvør fer at spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni verður avgjørt um eina løtu, tá ið lutakastið verður.

 

Stóri maðurin í Sørvági í kvøld var NSÍ álopsspælarin Tobias Hestad. Higartil í ár hevur hann verið í skugganum av Klæmint A. Olsen. Í kvøld var Klæmint ikki millum teir fyrstu ellivu. Tobias Hestad var fremsti maður, og tað takkaði hann fyri við at skora hattrikk. Hann skoraði í 16. og 23. minutti, og í 67. minutti varð hann trífaldur málskjútti.

 

Tá varð Klæmint A. Olsen skiftur inn, og eitt korter undan leikloki økti hann um munin til 4-0. Uppleggið átti trífaldi málskjúttin Tobias Hestad.