Til Niels Una Dam (3)

Dánial á Dul Jacobsen

Góði Niels Uni. Tú hoyrir og skilir tað tú vilt. Salman Ruhsdie er ikki bert eitt einkult dømi. Vit í tí frælsa heiminum kunnu og eiga so vítt gjørligt at umstilla okkum til tey fremmandu, sum koma til okkara, men tað verður ógjørligt at venja seg við hugtakið ærudráp, ið er ein veruleiki, sum hini norðanlondini eru noydd at viðgera í ramasta álvara.
Í islam hava vit við eina religión at gera, sum undir ongum umstøðum loyvir tað frælsið, sum vit onnur taka sum eina sjálvfylgju, og fyri teimum er tað óhugsandi, at tey skulu umstilla seg til okkum, tá vit koma til teirra lond. Og nú endi eg, har eg byrjaði: Tað er í lagi, at tú hevur eina aðra meining. Tað er eisini í lagi, at tú sigur hana hart, men tað er ikki í lagi at brúka so sterk orð um onnur, sum tú hevur gjørt hesaferð.

PS. Tað er nú ógvuliga naivt at samanlíkna seg sjálvan við Jesus. Jesus hevur myndugleika, tað hevur tú ikki. Hann hevur myndugleikan, tí hann er sannleikin og tað ert tú ikki.