Til Noregs at arbeiða

Tað er ikki bara føroyingar, sum leita sær til Noregs at arbeiða. Tað gera nógvir danir eisini, og danska kringvarpið veit at siga, at í fjør vaks talið á dønum, sum arbeiða í Noregi, 18 prosent. Tað eru yvirhøvur menn í aldrinum 20 til 29 ár, sum rýma frá arbeiðsloysinum í Danmark og leita sær eydnuna í Noregi, har umleið 70.000 arbeiði eru leys.

Hendrik Brogaard hjá fakfelagnum 3F sigur við DR, at áhugin fyri at fara til Noregs at arbeiða er sera stórur, og at nógv av teimum, sum spyrja, hava verið arbeiðsleys í fleiri ár.

DR sigur, at nógvir av dønunum, sum fara til Noregs, fara til Ålesund, har stórur tørvur er á fólki til byggivinnuna.