Tí er tað týdningarmikið at hyggja at HTU undir einum við mest møguligum felags ráðum og meginreglum fyri stýring sigur Pauli Einarsson, sum er ein av teimum føroyingum, sum hevur verið uppi í oljuvinnuni í rættuliga mong ár. Og eitt av málunum, sum hann hevur víst serstakan ans er nettupp spurningurin um heilsu, trygd og umhvørvi og her ikki minst spurningurin um eina føroyska tilbúgving, sum fevnir um allar tættir í samfelagnum og harímillum eisini eina komandi oljuvinnu. Pauli Einarsson tók sær av teimum báðum norðmonnunum frá Alliance Technology, sum herfyri hildu skeið í Føroyum.
Pauli Einarsson var leingi í starvi hjá fyrst Saga og síðani Norsk Hydro. Nú Saga varð yvirtikið av Hydro, sum seinni fekk tungu boðini um, at tað einki leitiloyvi hevði fingið í Føroym, varð avgjørt at lata aftur skrivstovuna í Føroyum, og Pauli gjørdist arbeiðsleysur.
Men ein av fremstu uppgávum hansara í starvinum hjá norsku oljufeløgunum var nettupp at kunna seg við mál, sum hava við heilsu, trygd og umhvørvi at gera og sjálvandi tí eisini tilbúgvingina.
Pauli Einarsson vísir á, at áðrenn eitt virksemi, sum kann elva til skaða á persónar, umhvørvi ella arbeiðstól, kann byrja, skulu ætlanir fyri neyðugari tilbúgving vera gjørdar. Ætlaninar skulu umfata gongdina í fylgjandi stigum: ávaring, niðurberjing, bjarging, burturflyting og normalisering.
? Hvør hevur ábyrgd av trygdini spyr hann! ? Jú, tað hava vit øll, tí trygd er tað ein kann kalla linjuábyrgd. Hetta merkir, at ein leiðari, ið hevur ábyrgdina av onkrum virksemi, sum krevur tilbúgving, skal syrgja fyri, at ein tilbúgving verður sett á stovn og hildin viðlíka í samsvari við galdandi krøv.
Taka tað sum eina sjálvfylgju
? Nógv verður tosað um heilsu, trygd og umhvørvi, men hvat merkir tað í sambandi við dagligdagin hjá hvørjum einstøkum á arbeiðsmarknaðinum ella heima við hús spyr Pauli og vísir á, at dagliga tonkja vit ikki so nógv um, at trygdin skal vera í lagi, tí tað verður roknað sum ein sjálvfylgja, at hesin parturin man vera í lagi. Tað, sum er mest umráðandi, tá tosað verður um trygd, er, at ein fyribyrgir at nakað kann seta heilsu, trygd ella umhvørvi í vanda. Nógv fyribyrgjandi tiltøk stava frá einari ella aðrari hending, sum hevur elvt til skaða, og út frá hesum er orðingin av tiltøkum skrivað.
Pauli Einarsson sigur, at vit hava altíð havt brúk fyri einum HTU politikki, men nú oljuvinan stendur fyri durum, kann hon verða tann, sum setur veruliga ferð á arbeiðið. Fyri at ein fyritøka skal vera góðkend sum veitari av vørum og tænastum til oljuvinnuna, verður hon noydd at lúka nøkur krøv. Herímillum er krav um, at fyritøkan skal hava ætlanir fyri vernd av heilsu, trygd og umhvørvi.
Pauli Einarsson sigur víðari, at samanbera vit fiskivinnu við oljuvinnu, so er oljuvinnan tann ídnaður, sum kann gera stórst skaða á menniskju og umhvørvi, um nakað stórt óhapp hendir í sambandi við boring ella framleiðslu. Tí eru krøvini, sum myndugleikarnir seta til oljuvinnuna nógv strangari enn til aðrar vinnur. Men ein veitari av vørum og tænastum til oljuvinnuna er at rokna sum ein partur av einari og somu vinnu. Tað er tí umráðandi, at føroysk virkir venja seg við, at hesi krøv vera sett teimum, og tí fáa orðað sínar egnu HTU- mannagongdir.