Tilfarsnýtslan er minkandi

Tilfarsnýtslan í Føroyum er minkað 17,8 prosent síðani 2020

Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp, hvussu stór nøgd av tilfari varð brúkt í føroyska búskapinum í 2023.

 

Tilfarið verður innflutt ella tikið beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, og tað sum eftir er, verður brúkt í føroyska búskapinum. Tann føroyska tilfarsnýtslan var 1.552 túsund tons í 2023, svarandi til 28,6 tons fyri hvønn íbúgva. 

 

Mesta tilfarið, ið verður tikið úr føroysku náttúruni, er lívmegn (biomassi). Í 2023 vóru 839 túsund tons av lívmegni (biomassa) tikin úr náttúruni. Tað fevnir um føroysku fiskiveiðuna, umframt nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. 305 túsund tons var innflutt, ið fevnir millum annað um matvørur, fóður og timbur. 630 túsund tons av lívmegni var útflutt. Sostatt vóru 513 túsund tons brúkt í føroyska búskapinum.

 

Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral. Í talvuni niðanfyri sæst, at 327 túsund tons av ikki-metalkendum mineralum vóru tikin úr føroysku náttúruni og 388 túsund tons vóru innflutt. Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið úr føroysku náttúruni. Innflutningurin er mest sandur og grót. Nærum einki var útflutt, so 714 túsund tons vóru í 2023 brúkt í føroyska búskapinum.

 

Lívrunni brennievni verður innflutt, og fevnir mest um bensin og brenniolju. 

 

Myndin niðanfyri vísir, at innlendis tilfarsnýtslan minkaði við 55 túsund tonsum ella 1,7% frá 2022 til 2023. Størsta minkingin stavar frá nýtsluni av sandi og gróti.

 

##med2##

 

Hagstova Føroya hevur gjørt tilfarsstreymarnar upp aftur til 1998. Tað sæst, at innlendis tilfarsnýtslan nú er minkað nakað síðani hon var hægst í 2020. Eisini sæst stóri vøksturin beint áðrenn, og falli aftaná fíggjarkreppuna.

 

##med3##

 

Verður tilfarsnýtslan roknað út í mun til íbúgvaratalið hevur hon somuleiðis verið minkandi. Tilfarsnýtslan fyri hvønn íbúgva minkaði úr 36 tonsum fyri hvønn íbúgva í 2020 niður í 28,6 tons fyri hvønn íbúgva í 2023. Hetta er ein góð gongd, men enn er tilfarsnýtslan nakað hægri enn í grannalondum okkara.

 

##med4##

 

Um hugt verður eftir tilfarsroknskapinum, sæst, at tað sum vit taka út føroysku náttúruni er lívrunni tilfar sum fiskur og grót. Innflutt tilfar er næstan javnt býtt millum matvørur, fóður o.l., grót og grús, og brennievni. Tað sum vit flyta úr búskapinum er fiskur, skip og brennievni.

 

##med5##

 

Uppgerðin av tilfarsnýtslu verður á enskum nevnd Economy-wide Material Flow Accounts (EW-MFA). Uppgerðin lýsir materiella samanhangin millum búskapin og umhvørvið og flutningin av tilfari millum føroyska búskapin og aðrar búskapir.

 

Talvan gevur eitt yvirlit yvir nøgdina av ymiskum tilfari, sum verður tikið úr náttúruni, ella verður innflutt til nýtslu í Føroyum, og nøgd av ymsum tilfari, sum verður útflutt aftur. Munurin millum beinleiðis nýtslu og útflutning er innlendis tilfarsnýtsla.

 

Tilfarsstreymar:

 

  • Føroysk tilfeingisnýtsla er tað, sum veður tikið burtur úr føroysku náttúruni. Tær størstu nøgdirnar stava frá fiski úr havinum og gróti úr grótbrotum. Eisini eru mett tøl fyri velt grønmeti, stráfóður og bit.
  • Inn- og útflutningur er samlaði inn- og útflutningurin úr útlondum í tonsum. Allar vørur verða flokkaðar eftir hvørjum tilfari tær (mest) eru gjørdar úr. T.d. verða bilar flokkaðir sum “2.3 Aðrar framleiðslur úr metali”.
  • Beinleiðis nýtsla er tilfar sum fer inn í føroyska búskapin, antin beinleiðis úr føroysku náttúruni ella innflutt tilfar.
  • Innlendis tilfarsnýtsla er tilfar sum fer inn í búskapin (beinleiðis nýtsla) frádrigið tilfar sum fer úr búskapinum sum útflutningur.
  • Tilfarshandilsjavni er innflutt tilfar frádrigið útflutt tilfar.

 

Tilfarið verður flokkað í nakrar høvuðsbólkar:

 

  • Lívmegn (biomassi), sum er lívfrøðiligt tilfar. Hetta er t.d. fiskur, gras, grønmeti, timbur o.a.
  • Metalkend steinsløg, sum eru vørur, har mesta tilfari er metalkent. Hetta er eitt nú maskinur, bilar, súkklur o.l.
  • Ikki-metalkend steinsløg, ið eru vørur so sum grót, sandur, byggitilfar sum ikki er jarn ella træ o.l.
  • Lívrunnið brennievni, er eitt nú brenniolja og bensin.
  • Aðrar framleiðslur, eru vørur har tilfarið er blandað
  • Burturkast

 

Sí meira um innlendis tilfarsnýtslu ávísan hjá Føroyum og øðrum londum á SDG síðuni