Gjáramorgunin, tá fólk vóru á veg til arbeiðis og í ein góðan tíma tilsamans gjørdi løgreglan ferðmátingar í Norðoyatunlinum.
Eftir øllum at døma hevur ferðslan í hesum tíðarskeiði í stóran mun gingið sambært ferðslureglunum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at í kanningunum varð bara ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.
- Hesin varð máldur at koyra 106 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferð er 80 kilometrar um tíman.
Løgreglan sigur, at hesin bilførarin fær klipp í koyrikortið, og haraftrat fær hann eina bót.