Tilhaldið letur upp á grækarismessu

Nevndin hevur uppskot um, hvat skal fara fram fyrsta mánaðin. Men síðani er ætlanin, at tey, sum koma har, skulu koma við hugskotum

Nú verður umsíðir klárt hjá eldru havnarborgarunum at taka í nýtslu hølini í Gamla Føroya Banki í Tórsgøtu í Havn.

Hetta sigur Hanna Lisberg, sum er limur í nevndini fyri Tilhaldinum í Tórsgøtu, sum húsið verður nevnt.

Hon sigur, at arbeitt hevur verið uttan íhald at fingið húsini klár at flyta inn í.

? Har hevur verið stoypt, smíða, málað o. s. fr.

Hanna Lisberg sigur eisini, at fólk eru farin at ótolnast. ? Men nú kunnu vit ugga tey við, at nevndin hevur sett sær fyri at lata upp á grækarismessu - hósdagin 12. mars.

Málararnir eru lidnir, gólvini eru smurd, og innbúgv er keypt, og ein vakur køkur verður settur upp fyrsta dagin.

Fyrsta mánaðin hevur nevndin eitt uppskot um hvat ið skal fara fram í húsinum. Ætlanin er so, at tey, sum koma har, skulu vera við at siga sína hugsan og koma við hugskotum.

? Vit vóna, at alt er liðugt uppsett, so vit kunnu taka ímóti fólki á grækarismessu, og hetta gleða vit okkum til, sigur Hanna Lisberg.

Upplatingartíðinar verða hesar:

Mánadag til fríggjadag frá kl 1000 - 1500, t. v. s. fimm dagar um vikuna

? Hetta er ætlanin fyrstu tíðina, men umframt hesar føstu tíðirnar verður eisini gjørligt at hava onnur tiltøk, sigur Hanna Lisberg vegna nevndina fyri Tilhaldið í Tórsgøtu.