Læraraprógvini hjá Rapa hjúnunum í Vestmanna eru eitt skúladømi um væl eydnaða integratión. Tí hava hjúnini uppiborið eitt herðaklapp og eitt hjartaligt tillukku frá føroyskum myndugleikum, heldur enn harmaljóð frá landsstýrismanninum í útlendingamálum.
John Johannessen,
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
___________
Eitt skúladømi og eitt gott íkast til samfelagið. Hesir vóru tankarnir, ið runnu mær til hugs, tá eg í Degi og Viku fríggjakvøldið sá rumensku Rapa hjúnini í føroyskum klæðum á føroyskum takka fyri og taka ímóti føroysku læraraprógvum sínum.
Tí var eg ikki sørt kløkkur, tá eg hoyrdi Jógvan við Keldu, landsstýrismannin við ábyrgdini fyri útlendingamálum, undrast yvir, at útlendsku hjúnini í Vestmanna vóru sloppin inn á Læraraskúlan.
Tað vóru onnur við mær, ið gjørdust kløkk av hesi útsøgn. Í øllum førum starvsbrøður mínir í Javnaðarflokkinum, ið eg tosaði við seinni á kvøldi.
Hvør er politikkurin?
Landsstýrismaðurin í útlendingamálum hevur eftirhondini havt rættiliga nógvar útmeldingar um útlendingar í Føroyum. Ein útmelding hevur verið, at vit mugu ansa eftir, at landið ikki floymir yvir í óútbúnari útlendskari arbeiðsmegi. Hesum ber til at vera samdur í, serliga nú arbeiðsloysistølini kvinka uppeftir.
Men ymisku útmeldingarnar bera boð um ógreiðan politikk. Serstakliga eftir útsagnirnar fríggjakvøldið.
Í øllum øðrum londum royna tey av øllum alvi at fáa útlendingarnar væl integreraðar. Eydnast hetta, so er ongin trupulleiki. Rapa hjúnini mugu sigast at vera eitt skúladømi um fullkomna integratión. Tey hava í nógv ár verið ein frálíkur íblástur til hondbóltslívið í Vestmanna. Tey hava lært seg føroyskt. Tey hava gjørt stórt ungdómsarbeiði innan ítróttin. Tey liva sum føroyingar. Hava sett búgv her og nú arbeitt seg til eina føroyska útbúgving og fingið fakligt starv.
Uttan iva hevði hetta glett ein og hvønn útlendingamálaráðharra í einum og hvørjum norðanlandi. Tí er útmeldingin frá okkara landsstýrismanni stórliga at undrast á.
Heimføðislig innilokan ella altjóða menning
Ongatíð áður hevur alheimsgerðin havt so stóra ávirkan sum nú. Og júst í hesum tíðum er tað okkara bjarging, at hundraðtals føroyingar hava møguleika at nema sær hægri útbúgvingar um allan heim. Enntá bjóða summi lond teimum pengar afturfyri.
Men er tað soleiðis, at vit nokta fólki at nema sær útbúgving í Føroyum, bert tí tey hava útlendskan uppruna, so kann hetta møguliga gerast okkum ein stórur smeitur. Tori ikki at hugsa tankan, um tað hendi, at útlendsku lærustovnarnir lokaðu dyrnar fyri øllum føroyingum. Hvar vóru vit tá?
Tað ber ikki til at liva av náði frá øllum øðrum og samstundis vera heimføðisligur og loka dyrnar fyri øllum, ið ikki hava somu útsjónd, sama mentunarliga bakstøði, somu pigmentering ella sama átrúnað sum tú...