Væl móttikna fløgan The Palace og eitt sterkt úttrykk, geva Dánjal á Neystabø eitt greitt pláss á listanum millum tilnevningarnar sum ársins besta nýggja bólk ella einstakling Dánjal á Neystabø er ein eksperimenterandi og avbjóðandi listamaður, ið er farin at gera egnan tónleik undir egnum navni. Hann er ikki heilt nýggjur innan tónleikin; eftir nógv ár í Tangz og Ævintýrferðini, fór hann á pall undir egnum navni á Asfalt í fjør, men tað er í ár, hann veruliga hevur tikið seg fram. Fyrr á árinum bleiv hann framúr væl móttikin á Nordklang festivalinum í Sveits, har ein ummælari hjá sveitsiska blaðnum Tagblatt skírdi Dánjal at hava bestu røddina á øllum festivalinum yvirhøvur.
Hann arbeiðir dúgliga við at koma fram í eitt nú Danmark og hevur fingið eitt lið av ógvuliga dugnaligum tónleikarum afturat sær, ið saman við honum hava innspælt væl umrøddu fløguna The Palace.
Í bólkinum hjá Dánjal eru Angelika Nielsen á violin, Annika Jessen á klarinett, Kim Nyberg á mandolin, Stephan Sieben Erik Olevik á bass og Ulrik Brohuus á trummur. Dánjal sjálvur syngur og spælir klaver.
Fyri at atkvøða fyri Dánjali send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bn1.
Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar