Tiltøk

Møtir, fundir o.a.

Samkoman Immanuel

Í kvøld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin.


KFUM & KFUK,

Tórshavn

Í kvøld, 20. febr.: Opið hús í KFUM. Børn undir 13 ár frá kl. 19-21. Ung yvir 13 ár frá kl. 19-01.

Mánadagin 23. febr. kl. 15 verður Eldrasamkoma í KFUK v/ Petur Jacob Sigvardsen. Evni: Gjáar søga.

Tunnusláing verður í KFUM mánakvøldið kl. 20 við andakt. Tiltakið er fyri bæði ung og eldri.

Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir!


Rhema á Hálsi

Leygardagin kl. 8.30 til 12.00 verður undirvíst á Rhema á Hálsi um evnið »Endatíðin«. Undirvísari verður Einar Joensen. Øll eru vælkomin.

Bønartænastan: Hevur tú onkran tørv ert tú vælkomin at skriva til Rhema: Bønartænastan, Argjavegur 53A, 160 Argir.


Ebenezer, Tórshavn

Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli.

Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti.

Sunnukvøld kl. 21: Útimøti.

Mánakvøld kl. 20: Bønamøti.

Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti.

Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti.


Frelsunarherurin,

Tórshavn

Í kvøld kl. 20: Ungdómsklubbur.

Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 18: Møti, Niclas Thomsen talar.


Aglow, Tórshavn

Fundur verður í kantinuni á Læraraskúlanum leygarkvøldið kl. 20.

Allar kvinnur eru vælkomnar.


Skótagudstænasta

í Dómkirkjuni

Skótagudstænasta v/ Sverra Steinhólm verður í Dómkirkjuni sunnukvøldið 22. febr. kl. 19. Sungið verður úr sálmabókini. Talvan gongur fyri skótaarbeiði. Øll eru vælkomin.

Aftaná verður samkoma í KFUK fyri øllum leiðarum og patruljuførarum í Havn og á Argjum.


Lívsins Orð

Barnamøti leygardagin kl. 27.

Sunnudagin kl. 17 møti.


Keldan í Skálabotni

Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús v/ Heidi og Erlandi.

Sunnukvøldið kl. 17 verður familjumøti.


Skótagudstænasta

í Leirvík

Allir skótar í Eysturoynni luttaka í gudstænastuni í Leirvík sunnudagin 22. febr. kl. 12 í sambandi við føðingardagin hjá Baden Powell.


Missiónshúsið

í Hovi

Missiónsvika byrjar í kvøld kl. 20 v/ Hera Joensen og Hilmar Bech.

Leygarkvøldið talar Andreas Andreasen o.a.

Gudstænasta við altargongd verður sunnudagin kl. 12.15.

Sunnukvøldið kl. 18 tala John og Tove Hammer. Innsavnan.


Missiónshúsið

á Tvøroyri

Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.

Sunnukvøldið kl. 18 verður møti við Hjørdis og Jørgen Frants Jørensen.

Øll eru hjartaliga vælkomin.


Samkoman Sion,

Vágur

Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00.

Telefonandaktin svarar á 73777.


Losjan í Havn

Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna.


Al Anon, Tórshavn

Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


AA-fundir

verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


Bahá?í Miðstøðin

í Gundadali

er opin hvønn hósdag frá kl. 17.00 til kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.

Bahá?í-samfelagið

í Tórshavn


Amnesty Interntional Føroya deild

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl. 8.30?12.30

Hósdag kl 8.30?16.30


Deyvafelag Føroya

Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00.

Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929

fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo


Javni

N. Finsensgøta 32

Skrivstovan er opin:

Mikudag kl. 14?16, hósdag kl. 14?17 og fríggjadag kl.14?16.

  Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30?16.30.


Epileptikarafelag

Føroya

Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen.


Felagið

Føroyar-Kuba

Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11.

Tlf. 13016 - Fax 13824.


Sjómansheimið

»Ørkin«

Brautarholt 29,

105 Reykjavík

Sunnudag møti kl. 17.

Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nærri upplýsingar á

tlf. 009 354-568-0777


Føroyska arbeiðið

í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Sunnudagsskúli

í Keypmannahavn

Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri fæst at vita frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 /

fax 31 58 61 49.

Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30.


Evangeliska Røddin

Odense. Føroyska sending

in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta

í Hirtshals


Herning, Jylland

21. febr. verður tiltak fyri føroyingar í Jyllandi í Danmark. Tiltakið verður í Josvalskúlanum, Dalgasgade 11, Herning.

Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu og uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Við verða Godtfred Joensen v/ familju. Eisini verður sangur, tala, søga, ljósmyndir o.a.

Áhugað kunnu venda sær til

Jens Olsen, tlf. 20458073,

Símun J. Hansen,

tlf. 20660962, ella

Svein Askildsen,

tlf. 97225623


Føroyingafelagið

í Aalborg

Lille Kongensgade 10B

9000 Aalborg

Tlf. 98 13 63 30

Húsið er opið:

Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19.

Leygardag frá kl. 22-03.

Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika.

Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum.

Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole.

Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur.

Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78.


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 31 23 15 87

Fax 31 23 15 18

Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai.

Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl.

Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram.

Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt sunnukvøld.

Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30?15.30. Mikudag kl. 14?18.

MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16?18.

Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310.

Nærvarp Okkara, tlf. 31228401.

Skúlin, 53681757.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D,

8000 Århus C

Áarstova er opin mánad.? hósdag kl. 16-18.

Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr.

Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00.

Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19.

Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17.

Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19.

Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19.

Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604.


Føroyingar í Noregi

Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum, kl. 15.00, á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo.

Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum.

Felagið hevur tlf. +47 22 67 48 29.