Tiltøk

.

Rhema á Hálsi

Í kvøld kl. 20 verður møti við Merwin Gunaselvan av Sri Lanka.

Hóskvøldið kl. 20 verður møti í skúlanum í Kaldbak, har Merwin Gunaselvan av Sri Lanka talar.

Øll eru vælkomin.


Hvítusunnusamkoman,

Tórshavn

Yviri við Strond

Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti.

Sunnudagin kl. 12.15: Sunnudagsskúli.

Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti v/ Palla Højgaard, Tórmóður Joensen og øðrum av Skálafjørðinum.


Ebenezer, Tórshavn

Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli.

Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti.

Sunnukvøld kl. 21: Útimøti.

Mánakvøld kl. 20: Bønamøti.

Mikukvøld kl. 20: Uppbyggingarmøti.

Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti.


Havnar kirkja

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20. Inga Poulsen Dam, prestur, prædikar.


Frelsunarherurin,

Tórsgøta 19

Í dag kl. 15: Bøn.

Hóskvøldið kl. 20: Heimaforbundið.


Samkoman

Immanuel

Í kvøld kl. 20.30: Møti.


Skúlin í Kaldbak

Hóskvøldið kl. 20 verður møti, har Merwin Gunaselvan av Sri Lanka talar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.


Norðskála kirkja

Lestur í kvøld kl. 19.


Eiðis kirkja

Lestur í kvøld kl. 20.30.


Gjáar kirkja

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 19. Martin R. Jacobsen, prestur, prædikar.


Funnings kirkja

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20.30. Martin R. Jacobsen, prestur, prædikar.


Hvalvíkar

Missiónshús

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20 v/ Eyðhild Dam. Øll ung eru hjartaliga vælkomin.


Glyvrar

Føstugudstænasta verður í kvøld kl. 20. Jónsvein Bech, prestur, prædikar.


Elim, Søldarfjørður

Møtitíðir:

Sunnudag kl. 12: Morgunmøti.

Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli.

Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Mánakvøld kl. 20: Ungdómsløtan.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.


Frá Kelduni

í Skálafirði

Leygarkvøldið kl. 20: Alment møti v/ Merwin Gunaselvan av Sri Lanka.

Sunnudagin kl. 17: Møti við Merwin Gunaselvan av Sri Lanka.

Sunnudagin kl. 17: Barnamøti.


Frá Lívsins Orð

Í kvøld kl. 20: Møti.

Leygardagin kl. 17: barnamøti.

Sunnumorgunin kl. 10.30: Møti.


Christianskirkjan

Føstugudstænasta verður hóskvøldið kl. 20. Andrias Andreasen, prestur, prædikar. Aftan á verður kirkjukaffi í kirkjukjallaranum.


Samkoman Sion,

Vágur

Sunnudag: Morgunmøti kl.11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00.

Telefonandaktin svarar á 73777.


Al Anon, Tórshavn

Fundir fyri avvarðandi av lkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld l. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


AA-fundur

Sporafundur verður í Havn í kvøld kl. 20 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


Bahá?í Miðstøðin

í Gundadali

er fyribils stongd vegna vatnskaða.

Bahá?í-samfelagið

í Tórshavn


Amnesty Interntional Føroya deild

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl. 8.30?12.30

Hósdag kl 8.30?16.30


Deyvafelag Føroya

Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00.

Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929

fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo


Javni

N. Finsensgøta 32

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl. 10?12, mikudag kl. 10-12 og kl. 14-15.30, hósdag kl. 14?18 og fríggjadag kl.10?12.

  Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl. 14.30?16.30.


Epileptikarafelag

Føroya

Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen.


Felagið

Føroyar-Kuba

Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11.

Tlf. 13016 - Fax 13824.


Sjómansheimið

»Ørkin«

Brautarholt 29,

105 Reykjavík

Sunnudag møti kl. 17.

Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nærri upplýsingar á

tlf. 009 354-568-0777


Føroyska arbeiðið

í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovendbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 96 99 95, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Sunnudagsskúli

í Keypmannahavn

Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag kl. 14 á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, og í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri fæst at vita frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66.


Vitin

Vitin skipar fyri familjulegu skírishósdag til páskaaftan, sum er 9. til 11. apríl 1998.

Prísurin er:

600 krónur fyri familjuna

270 krónur fyri ein vaksnan 75 krónur fyri eitt barn (7- 14 ár)

Gjaldast kann við kekki ella á danska girokonto 1038419.

Áhugað kunna venda sær til Vitan á tlf. 8624-7773 / fax 8624-7787 ella skriva nakrar reglur til vitin@get2net.dk. Freistin at tekna seg er 1. apríl, og enn er pláss, so tekna teg áðrenn nábúgvin.

Vinarliga,

Vitin 

Haurumsvej 35 st th

Tilst

DK-8381 Mundelstrup 

Danmark 


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 /

fax 31 58 61 49.

Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30.


Evangeliska Røddin

Odense. Føroyska sending

in frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta

í Hirtshals


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 31 23 15 87

Fax 31 23 15 18

Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Hvønn sunnumorgun kl. 10-12: Fríkirkjan Jesus Center Kirke gudstænastu.

Hvønn sunnudag kl. 14: Sunnudagsskúli.

Hvønn sunnudag kl. 16: Fríkirkjan Vineyard.

Annaðhvørt sunnukvøld kl. 19: Fótatraðk dansar.

Hvønn mánadag: Brot úr Degi og viku kl. 16.30.

Hvønn týsdag er týsdagsdøgurð kl. 17.30.

Bingo er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl.

Mikudagin 1. apríl: Pallborðsfundur kl. 19.30, »Heimastýrislógin 50 ár«. Lagt verður upp til orðaskifti um heimastýrislógina og eitt boð um hvørjar broytingar eiga at verða gjørdar í viðurskiftunum Føroya-Danmarkar millum. Við borðið sita Niels Bentsen, fyrrv. ríkisumboðsmaður í Føroyum og nú statsamtsmaður í Roskilde, Jóannes N. Dalsgaard, lesandi, Jan Johannesen, cand. merc., og Lise Lyck, serkøn í smálandabúskapi og politikki. Øssur Winthereig, blaðmaður, verður fundarleiðari.

Leygardagin 4. apríl verður ársveitslan hjá Ítróttarfelagnum Føroyar. Borðhald kl. 19, har borðreitt verður við stoktum lambskjøti, eplum, grønmeti og sós. Sherrytrifla og kaffi omaná. Felagssangur, skemt o.a. undir borðhaldinum. Dansur kl. 22.30 til 03.00, har Århus Band spælir. Kotsnaður fyri alt kvøldið 175 kr. (við durasnapsi, borðsnapsi og eini øl/vatn). Teknið tykkum í Føroyahúsinum. Øll eru vælkomin til veitsluna.

Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30?15.30. Mikudag kl. 14?18.

MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16?18.

Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310.

Nærvarp Okkara, tlf. 31228401.

Skúlin, 53681757.


Føroyingafelagið

í Aalborg

Lille Kongensgade 10B

9000 Aalborg

Tlf. 98 13 63 30

Húsið er opið:

Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19.

Leygardag frá kl. 22-03.

Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika.

Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum.

Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole.

Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur.

Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48D,

8000 Århus C

Tlf./fax: 86-180604

Teldupostur:

aarstova@teliamail.dk

Áarstova er opin mánad.-hósdag kl. 16-18.

Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerkið fyri ikki limir 10 kr.

Fimleikur í Vorrevangsskúlanum hósdag kl. 18-19.

Flogbóltur í Frydenlundskúlanum fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19.

Føroyskur skúli fyri børn leygardag, líka vikur, kl. 11-14.


Føroyingar í Noregi

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri

upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.