Tina tiðnað

Tina Turner er enn eitt sera heitt navn. Fyrst í august vitjaði rock-omman yvir øllum rock-ommum í Keypmannahavn

 

Dagfinn Olsen


Upp á tá - av og á.

Soleiðis kann ein konsert í Parkini í Keypmannahavn lýsast. Í hvussu er, tá tú hevur standipláss á vøllinum og ikki frá náttúrunnar hond er útgjørdur við longum beinum ella ryggjageislum - mótvegis so mongum dana.

Men líkamikið! Hetta var fyrst í august, veðrið og lagið gott. Ikki minst, tí tað longu í juni hevði eydnast at fáa fatur á atgongumerkjum til konsertina við Tinu Turner. Útselt varð skjótt og saman við 46.000 áhoyrarum funnu vit leið í Parkina.

Vit á miðjum vøllinum sóu Tinu í glimtum og so annars á stóru sjónvarpsrútunum yvir pallinum. Og ljóðið, tónleikin, hoyrdu vit alla tíðina, sjálvsagt.

Ein bólkur úr Australia hitaði upp, sum tað verður rópt. Hetta var tó einki at rópa hurrá fyri. Vánalig ljóðgóðska. Sera vánalig! Hvør bólkurin var, var ringt at finna út av. Ikki eitt orð, ið varð sagt ella sungið, var skilligt. At hetta vóru australiumenn, fingu vit uppspurt seinni. Kanska stjørnur ella komandi, men ilt var at hoyra hvussu leikt og sungið varð.

Simply The Best

Anna May Bullock. Soleiðis nevndist unga dáman, sum tann vældámdi og kendi Ike Turner fall fyri. Tey gjørdust væl, leiktu saman, giftust og høvdu viðrák á palli í seksti- og sjeytiárunum. Hon fekk navnið Tina, Tina Turner. Men handan pallin gekk illa hjá Ike og Tinu Turner.

Umframt tónleikin, so var harðskapur og evnismisnýtsla gerandiskostur og Ike sakk alt djúpri. Skal langa søgan skrivast stutt, so var endin, at Tina fór frá Ike.

Fyrst í áttatiárunum kom hon í samband við fólk innan tónleikaídnaðin, ið høvdu álit á henni og lótu hana fáa møguleikan. Í 1984 kom plátan Private Dancer og síðani hevur Tina Turner verið á heimsins tónleikatindum. Løg hennara eru landaplágur, ella heimsplágur. Og dugnaliga Tina gjørdi tað, ið eingin helt vera gjørligt. Hon kom sær enn longur fram, enn Ike og Tina Turner nakrantíð høvdu verið, og í dag kenna tey flestu Tinu, men ikki øll kenna ella minnast Ike. Hann endaði í gloymibókini. Hendir tað seg, at onkur tekur hann uppá tungu, so er oftast tað í samband við Tinu ella í samband við onkra rús- ella harðskapsgølu.

Tina staðfesti, at hon var Simply The Best, sum hon sjálv syngur tað so sannførandi.

Konsertin

Konsertin í Keypmannahavn fyrst í august var partur av stórari farvælferð. Tina er, sum onnur stór nøvn, t.d. Rolling Stones, fleiri ferðir farin undir farvælferðir kring heimin. Um hetta so veruliga verður hennara síðsta stóra ferð, kann bert tíðin vísa.

Tina er fødd í 1938. At hon nú er 62 ára gomul merkist ikki, tá hon er palli. Men havandi hetta í huga, so eru ynski hennara væl skiljandi. Hon ætlar í framtíðini at halda seg til smærri framførslur á smærri pallum.

Eftir konsertina í Parkini vóru leiðandi bløðini sera ójøvn á máli. Tina átti tó forsíðuna á báðum fyrrapartsbløðunum dagin eftir konsertina.

Ekstrablaðið hevði yvirskriftina »Rutina«. B.T. skrivaði um »Tinas Turbo Triumf«.

Ekstrablaðið hevði hug at finnast at Tinu og tónleikarunum. Hesar nevndi blaðið eitt harkalið, ið óivað fekst fyri bíligan penga. Ljóðgóðskuna dámdi ummælaranum heldur ikki. Tina sjálv slapp heldur ikki undan. Ummælarin helt, at t.d. Beatleslagið, Help, á konsertini hjá Tinu var vánaligt. Enntá heimsins vánaligasta og grátiligasta framførsla av lagnum nakrantíð í tónleikasøgu heimsins.

So kunnu vit, ið kenna lagið í útgávuni hjá Tinu, vera samd ella ósamd.

B.T. var sum heild meira rósandi. Um Help segði ummælarin t. d., at hetta var flott. Enntá, at Tina sang tað, sum var endamálið eittans, nevniliga at vekja tónasmiðin, John Lennon, aftur til lívs.

Tveir sera ósamdir ummælarar. Tó haldi eg ikki, at fjøldin í Parkini uppá eini 46.000 sálir høvdu fleiri metingar um konsertina. Góð!!

Eftir at upphitingin var liðug, og steðgurin uppá ein góðan tíma var farin framvið, átti Tina pallin, og alt var sum tað átti. Ljóðgóðskan góð. Eldsálir høvdu í góðari tíð ognað sær atgongumerki til eldsálina Tinu. Og neyvan tiðnaði nøkur sál, ið hoyrdi 62 ára gomlu Tinu hetta kvøld undir opnum himli.

Stjørnan Tina hevur hildið sær sveimandi. Samstarvið við Ike føddi stjørnuna, men skerdi eisini flogið og kundi gjørt enda á henni. Men veingjaða røddin fann aftur veg ímóti hæddunum og fann sess á ovastu rók. Valla finnast røkur, ið eru hægri, og finnast tær, so munnu tær vera so gott sum manntómar.

Eitt gott og flott upplivilsi í Parkini. Rock-omman var hin sama. Flott og full av orku. Ósvikaligu rockdansifetini vóru har, so sum bert Tina kann trína tey. Røddin og útstrálingin vóru har. Tina var har. Samstundis vóru dansigenturnar við, sum tær altíð hava verið og eiga at vera.

Og Tina rakk so sanniliga út um pallkantin, sum so ofta verður tikið til og dentur lagdur á. Hon rann út á smáar ræsur til sama endamál og ein krani lyfti hana eisini út yvir fólkið. Soleiðis rakk hon í orðsins rætta týdningi út um pallin. Men eisini í víðari merking fekk hon hin einstaka et kenna, at hon var Private Dancer hjá hinum einstaka.

Ein rockdrotning segði farvæl við stíli og við góðskuni í hásæti. Twenty Four Seven túrurin steðgaði á í danska høvuðsstaðnum og gav lurtarum og áskoðarum fult njótilsi fyri daglønina, ið latin var fyri upplivilsið.

Tina er í dag eldri, ekta, erfarin og eyðkend. Ein freistast til at siga "leingi livi Tina, minst 62 ár afturat....".

Tað er alment kent, at stór nøvn fara á fleiri stórar ferðir við hóttanum um, at hetta er seinasta farvælferðin - Frank Sinatra var t.d. á eini slíkari í eini 20 ár. Og skuldi tað hent, at hetta ikki er síðsta farvælferðin hjá Tinu, so kann eitt atgongumerki viðmælast.

Tina er ikki tiðnað, men líka heit sum altíð.