Fyri fyrstu ferð kann staðfestast, at størsti parturin av tingfólkunum eru fyri, at kvinnan sjálv skal ráða, tá tað snýr seg um fosturtøku. Málið hevur góðan møguleika at verða samtykt í Løgtinginum í vár
Tað vísir spurnarumfar, sum Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk. 15 tingfólk siga, at tey fara at atkvøða fyri uppskotinum hjá Bjarna Kárason Petersen um at broyta fosturtøkulógina soleiðis, at fosturtøka kann loyvast til og við 12. viku. 12 tingfólk siga nei, men hini seks ikki vilja siga sína hugsan.
Uppskotið hevur tí munandi størri undirtøku, enn tað hevði fyri sløkum tveimum árum síðani, tá Sosialurin spurdi táverandi tingfólk sama spurning. Tá vóru bara 8 tingfólk, sum søgdu ja og 16 tingfólk nei.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu lesa á www.sos.fo
##med2##
##med3##