Tippingin byrjar aftur

Sosialurin hevur skipað fyri eini tippikapping á heimasíðu sínari, har til ber at gita seg fram til úrslitini av teimum ymsu Champions League dystunum.

Henda kappingin hevur ligið still, síðani Champions League kappingin fór í vetrarfrí, men nú er klárt at tippa aftur. Tippingin byrjar sjálvandi aftur í kvøld, tá Champions League kappingin fer í gongd við áttandadeilsfinalurnar. Til ber at tippa á tipping.sosialurin.fo