Útisetarnir vunnu DM-gull

Fimleikur: Nýggja fimleikaliðið hjá ÍF Føroyum hevur fingið eina dreymabyrjan og gjørdi um vikuskiftið einki mætari enn at vinna DM-gull

Leygardagin luttók nýggja fimleikaliðið hjá føroyska útisetafelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyum, í DM í Silkeborg. Tær framdu einki minni enn eitt megnaravrik og vunnu DM í 3. division. Tær høvdu upprunaliga ætlan um at luttaka í 1. division, sum er besta deildin, men gjørdust tær ov seinar at tilmelda. Tað vóru tær tó ikki alt ov harmar um, tí tað ber væl til at peila seg av, hvussu tær høvdu staðið seg í 1. division – hetta útfrá karakterunum tær fingu.

Sprotnar úr HF
Tær sjey á liðnum eru gamlir fimleikarar úr Havnar Fimleikarfelag, og hava tær altso valt at halda fram við fimleikinum, nú tær eru fluttar til Danmarkar at lesa, og hava borið so í bandið at stovna eina nýggja fimleikaradeild hjá ÍF Føroyum. Talan er um tær sjey Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursdóttir, Elin Bærentsen og Turið Nattestad.
Tær hava fingið stuðul frá BankNordik og eru miðvísar í venjing síni og hava longu lagt ætlanir fram í tíðina.

DM-gull
Leygardagin luttóku tær so í DM í Silkeborg, har tær í 3. division fóru allan vegin og vunnu gull. Tær vunnu kappingina púra greitt. Tær fingu 15,70 stig og endaðu heili trý stig frammanfyri Bellatrix úr Espergærde, meðan Team Bianca úr Greve gjørdist nummar trý við 12,60 stigum.
Hóast bara heilt fáir føroyskir áskoðarar vóru til framførsluna í Silkeborg hjá føroysku kvinnunum, so var høllin á gosi eftir frálíku framførsluna, sum tryggjaði teimum greiða sigurin.
Tað var ein væl nøgd Ruth Smith, sum vit fingu orðið á eftir DM-sigurin.
- Kappingarárið er nú komið at enda, og sigast kann, at vit eru væl nøgdar við úrslitið, hóast smá kiks vóru í framførsluni. Vit eru sera spentar til komandi ár, og vit eru longu farnar í gongd við at fyrireika. Ætlanin er at fáa eina amboðsseriu, soleiðist at vit kunnu gera okkum galdandi í 1. division, sigur Ruth Smith, sum altso er ein av fimleikarunum hjá ÍF Føroyum.