Útisetin hesaferð: Malan Dahl Kastalag

Hvar ert tú stødd?
Aberdeen, Skotlandi

Nær flutti tú til Skotlands?
Heystið 2005

Navn: Malan Dahl Kastalag
Fødd: 27 September 1985
Foreldur: Elin Dahl Kastalag
Føðistaður: Tórshavn
Besti matur:
Føroyskur: Turran fisk og grind
Útlendskur: Gourmet
Motto:
Mín lívskvalitetur skal ongantíð vera bygdur á, at hann er tikin frá øðrum.
Hvat tekst tú við nú?
Lesi á øðrum ári sálarfrøði, umframt eisini politikk.

Hví lesur tú sálarfrøði?
Eg haldi, at atburður hjá menniskjum er ófatiliga áhugaverdur. Tað, at tað er eitt samanspæl millum so nógv ymiskt er bergatakandi í mínari verð.

Hvat er tað góða – og tað keðiliga við at lesa í Skotlandi?
Tað góða er universitetið, umhvørvið, undirvísingin og býurin, sum alt er merkt av tí skotska blíðskapinum.Vil ikki siga, at tað er nakað keðiligt. Tað, at vera í einari sera øðrvísi skúlaskipan, sum er ein heilt øðrvísi ‘verð’ er ótruliga mennandi.

Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið?
Sagt verður, at skilir tú ’Fit like?’, sum merkir ‘Hvussu hevur tú tað?’, so skilir tú lokala málið. Málið er ikki nakar trupulleiki í gerandisdegnum, einans um ein t.d. skal tosa við gomul lokal fólk, men tað gongur altíð, tí skotar eru tolnir, fólkaligir og blíðir.

Hvat dámar tær í Skotlandi annars?
Ordiliga væl - kenni meg heima her. Eg elski, at tey hava so góðan fólkaskikk og ikki gera mun á tær hóast enskt er títt triðja mál. Tey eru meira enn áhugað i tær og tí, tú tekst við.

Hvussu er mentanin í Skotlandi – líkist hon tí føroysku?
Tað, sum eyðkennir skotska mentan er kanska serliga teirra kømentan og samveru/pubmentan, sum ikki líkist nógv føroyskari mentan.

Hvussu er maturin í Skotlandi?
Ógvuliga ósunnur og feitur og ikki serliga eksotiskur. Haggis og Shepard’s Pie, skotskir serborðiskar, minna mest um tað man sum lítil fekk í barnaføðingardøgum. Rugbreyð kennir meginparturin ikki til, og kips á fransbreyð er ikki óvanligt. Men tað hevur sína sjarmu, avgjørt. Sakni nógv heimagjørda matin hjá mammu. Tó, sum í flestu býunum ídag, so er matmentan sera nógv ávirkað av inflatiónini av indisksum, teilendskum, kinesiskum take-aways, har maturin er klárur at svølgja.

Hvussu er veðrið í Skotlandi?
Tað er sera líkt tí føroyska. Vátt og vindur. Tá man gongur og tvassar í regni og vindi hugleiðir man ofta um hvat tað var, sum fekk ein at velja Aberdeen, tá vit høvdu allan heimin at velja ímilum.

Fert tú at flyta heim aftur til Føroya eftir loknan lesna?
Ja, um tað er brúk fyri mær, so sjálvandi. Eg havi tann hugburð, at tað er skeivt, at einans knarra um hvussu føroyska samfelagið átti at verið, og so ikki gera sítt fyri at forbetra tað.


Faktabox: