Tjóvarnir vendu aftur

Stjólu frá Kafé Fríðu í nátt, men angraðu. Nú hjálpa teir til í kafeini.

Í nátt hava nakrir ungir mans framt eitt tjóvari í sonnum Olsen-banda stíli.

 

Tá nakrir ungir klaksvíkingar vóru blivnið heldur øl-tystir, funnu teir upp á ráð. Teir tóku eina jollu og róðu tvørtur um vágna, yvir til Kafé Fríðu.

 

Kaféin hevur verið afturlatin nakrar dagar í samband við at hon skal lata upp í nýggjum hami, men dreingirnir vistu, at ølkassar stóðu á svalanum út móti vágni.

 

Úr jolluni hava teir so klatrað upp á svalan og eru farnir avstað við trimum ølkassum.

 

Hetta varnaðust starvsfólkini á matstovuni, tá tey komu til arbeiðis í morgun.

- Eg skrivaði beinanvegin um hendingina á Facebook og fólk vóru sera skjót at deila og viðmerkja uppslagið, sigur Mimmy Vágsheyg, onnur teirra, ið rekur matstovuna.

 

Hon sigur, at hon fekk eisini onkur tips um, hvør tað kundi verið, ið hevði stolið kassarnar, men áðrenn hon fekk gjørt meiri við tað, komu ungu dreingirnir á gátt.

- Eg vænti teir fingu kaldar føtur. Teir hava verið her og biðið um umbering og vildu rinda tað stolna aftur. So nú standa teir her og hjálpa okkum at gera klárt at lata upp aftur, sigur Mimmy Vágsheyg, sum altso hevur sett tjóvarnar til arbeiðis.