Eftir flokstingið í Vestmanna um vikuskiftið er kvinnuumboðanin í starvsnevndini munandi økt. Á odda í aðalstjórnini er ein kvinna
Eftir at starvsnevndin hjá flokkinum varð vald á fundi í gjárkvøldið, kann staðfestast, at 4 av 7 starvsnevndarlimum eru kvinnur.
Í starvsnevndini umboðar Annita á Fríðriksmørk tingmanningina, Óluvá Klettskarð er aðalstjórnarforkvinna, Jónfríð Hjelm er valdur starvnevndarlimur og Gunnhild Dahl Niclasen er umboð hjá Unga Tjóðveldið.
Hini umboðini í starvsnevndini eru Høgni Hoydal, floksformaður, Tórbjørn Jacobsen, næstformaður og Áki Jacobsen, peningarøkil.