Eg nevni bert nøkur; Bjørt Samuelsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Óluvu Klettskarð.
Hesi fólk hava tað til felags, at tey vilja sleppa til arbeiðis. At arbeiða fyri hetta land og fólk.
At arbeiða fram í móti at vit her á landi koma sjálvi at ráða yvir hesum oyggjum.
Men tað vísir seg, at tey ikki sleppa tað – tí tey hava ein formann sum ferð eftir ferð ger tað, at tey ikki sleppa at gera tað tey vilja.
At formaðurin hevur ein næstformann aftrat sær, ið ikki so mikið sum dugur fólkaskikk, hjálpir ikki upp á tað.
Minnist tá í Pauli Ellefsen skoraði alt í Sambandflokkinum og fekk eina rúgvu av atkvøðunum, hitti eg ein gamlan sambandsmann og segði hettar við hann, at tað var veldugt, ið Sambandsflokkurin gekk fram og fekk nógv atkvøður.
“Ja, “ segði hann, “Sambandsflokkurin hevur bert ein stóran feil. Og hann eitur Pauli Ellefsen”.
Soleiðis við Tjóveldinum. Feilurin eitur Høgni Hoydal.
Eri júst liðugur við at lesa endurminningarnar hjá Jógvan Sundstein.
Haldi at politikkarar í dag áttu at lisið hesa bók og sæð, hvat orðið “álit” hevur at siga.
Tað hevur nevnliga alt at siga, um tú skal fremja politik.
Klaksvík 15. september 2008.