Tað var ikki sørt undrunarsamt at síggja sendingina úr tinginum, tá ið tjoðveldið tók seg úr samgonguni og ikki minni hugstoytt at vita, at tað skuldi vera tjóðveldisflokkurin, ið reistist frá borðinum, har ein mongd av yvirtøkumálum lógu, mettir og væl settir og takkaðu fyri seg. Teir høvdu jú fingið ríkiligt av sjálvstýrismálum framd, teimum nýtist ikki at yvirtaka fleiri á hesum sinni. Teir hava góða tíð, at støðga eini 40-50 ár, til næsta sjálvstýrissamgongan verður skipað. Tað eru 40 ár síðani, vit seinast høvdu eitt sjálvstýrislandsstýri, sum hvat yvirtøkumálum viðvíkir, ikki røkkur hesum landsstýrinum til kníggja, so tað er væl skiljandi, at tjóðveldi nú helt, at ríkiligt er yvirtikið í hesum umfarinum, og tí tóku teir seg úr samgonguni, so tað gongur rúm tíð, til Tjóðveldið aftur nevnir orðið yvirtøkur. Tað verður so í øllum førum ikki í hesari valorrustuni, sum nú stendur fyri durum. Flottur loysingarflokkur er? Teir kláraðu ikki loysing frá Danmørkini, men kláraðu loysing frá Fólkaflokkinum. Tað var kanska nóg mikið fyri teir. Tjóðveldið veit, at teir ikki mugu yvirtaka ov nógv, tí hvat skulu teir so liva av. Teir vilja onga loysing hava, og tað ber hesin sjónleikurin boð um hendan vanlukkudagin í tinginum.
Hvat hevur so Tjóðveldið eftir at fara til val uppá, tá ið teir ikki skulu tosa um yvirtøkur, tí ikki eru teir nakað vinarligir yvirfyri vinnuni? Eftir er so bert hjá teimum at tosa um vinstra politikk. Vit mugu bert til seinast siga, at vit skulu nokk eygleiða, hvussu leikur fer fram hjá teimum á uttasta vinstra í føroyskum politikki, men tað er jú teirra tráan eftir at sleppa at vera har.