Tað var sambandsflokkurin, sum gjørdist vinnari á valinum í Nes kommunu. Flokkurin fekk 57,1% av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 3,0% í mun til fólkatingsvalið í 2007. Tjóðveldi hevði nógv ta størstu afturgongdina í Nes kommunu í dag, 4,7% í mun til seinasta fólkatingsval.
Tjóðveldi, sum plagar at vera næst størsti flokkur í Nes kommunu, varð í dag yvirhálaður av Fólkaflokkinum, sum fekk 14,3% av atkvøðunum, meðan Tjóðveldi bert fekk 12,4%. Á valinum í 2007 hevði Fólkaflokkurin 11,4% og Tjóðveldi 17,1%.
Nógv tann størsti stemmuslúkarin á valinum í Nes kommunu í dag var Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, sum fekk 136 persónligar atkvøður.
Á sambandslistanum annars fekk Kaj Leo Johannesen 48 atkvøður, Edmund Joensen 43 og Helgi Abrahamsen 13 atkvøður.
Hjá Fólkaflokkinum fekk Annika Olsen flestar atkvøður, 22 í tali, og hjá Javnaðarflokkinum fekk Sjúrður Skaale 18 atkvøður.
Høgni Hoydal hevði flestar atkvøður hjá Tjóðveldi, og honum á baki kom Ingolf S. Olsen við 14 atkvøðum.