Kyndil-Tjaldur 23-23 (11-12)
Hondbóltur
Ikki mundu tað vera fleiri meiningar um, hvussu dysturin á Hálsi millum Kyndil og Tjaldur fór at spæla av. Hóast árið í ár ikki hevur roynst nakað serligt hjá Kyndli, so vóru tær í øllum førum risa favorittar at vinna dystin á Tjaldri, sum í sín lut enn eigur fyrsta sigurin í bestu deildini til góðar. Hetta hóast liðið nú hevur hálvt annað ár á baki í deildini. Hin vegin er ikki meira enn hálvt annað ár síðani, at Kyndil skuldi í holt við at verja FM heitið.
Tær útlendsku stýrdu
Hetta tóktist tó ikki at vera nakað, sum tjaldurskvinnurnar hugsaðu um, tá dysturin byrjaði. Hóast saknurin á pappírinum var stórur í Beintu Joensen, sum fekk reytt kort seinast, so drivu tær á við fullari ferð frá fyrsta bríkslið.
Nú veit eg ikki um hetta er fyrstu ferð, men í øllum førum hevur Tjaldur sjáldan fingið eina slíka byrjan, meðan tær hava verið í fremstu deildini. Tað var eisini greitt, at spælararnir ressaðust av góðu byrjanini, og brádliga hoyrdist málageipan úti á vøllinum, har tær royndu at eggja hvørjari aðrari til at halda fast í leiðsluni.
Grundstuðlarnir í spælinum vóru fyrst og fremst tær báðar útlendsku, Milica og Jelena. Ikki minst er nú sjónligt, at Milica fær nógv meira burtur úr nú, hon ikki longur einsamøll skal bera álopsspælið hjá Tjaldri.
Tá hetta er sagt, skal tó eisini leggjast afturat, at Kyndil snorksvav tað mesta av fyrsta korterinum. Ikki minst kendist tað tungt hjá liðnum, at tær báðar, Lotte Sørensen og Ann Hansen, als ikki tóktust at vera komnar í snúningar, og millum annað gingu 22 minuttir, áðrenn Lotte fekk fyrsta »reina« málið. Jórun og Erla royndu at stríðast, men heldur ikki hjá teimum vildi spælið koyra, soleiðis sum tær vildu.
Seinastu løtuna undan steðginum fekk Kyndil tó betri tak á, og møguliga vórðu tær á útiliðnum tá eisini nakað moyrar. Í øllum førum fingu tær hesa løtuna minka munin niður í eitt mál, og so mundu áskoðararnir halda, at nú var sensatiónin av á hesum sinni.
Sama byrjanin
Tjaldurskvinnurnar høvdu tó als ikki givið upp, bara tí Kyndil nú aftur var í hølunum á teimum. Við eini byrjan, sum var meinlík teirri í fyrra hálvleiki, løgdu tær aftur sjógv millum liðini, og greitt var nú, at Kyndil veruliga skuldi stríðast fyri at fáa nakað burtur úr dystinum.
Tað hoyrir tó eisini við til søguna, at eydnan so avgjørt ikki var við Kyndli hesa løtuna, og so slettis ikki við Lotte. Tvær reisur á rað støkk hon upp og langaði til, og báðu ferðirnar varð úrslitið hitt sama. Bólturin small í stólpan, og so kundu tær gulu fara í málgevandi kontraálop. Møguliga skuldi hetta eisini takast sum eitt tekin um, at runavíksgenturnar endiliga fóru at fáa teir væl kendu marginalarnir við í sín part, og í øllum førum kann staðfestast, at kyndilskvinnurnar vóru sera raskar at raka træverkið hendan dagin.
Seinastu 10 minuttirnar av dystinum fór Kyndil út í mansverju av teimum báðum útlendsku í eini seinastu roynd at venda dystinum. Tað var eisini skjótt greitt, at tað nú av álvara kom stígur í hjá Tjaldri. Í átta minuttir fekk Kyndil fýra mál móti ongum, og so stóð brádliga á jøvnum. Málverjin fekk nú eisini knappliga fatur á nøkrum skotum, og alt í alt kundi verið líkt til, at tær grønu skuldu megna at koppa øllum.
Tað eydnaðist tó Tjaldri enn eina ferð at leggja seg á odda, men 15 sekund fyri leiklok fekk Kyndil brotskast, og Lotte var ísakøld, tá hon langaði bóltin í meskarnar.
Sigurin er ávegis
Javnleikur gjørdist sostatt úrslitið, og hóast favorittar, so munnu tær hjá Kyndli vera best nøgdar um hetta. Tær spældu so avgjørt ikki ein av sínum bestu dystum, og í veruleikanum er helst eisini langt síðani, at so var.
Ein av orsøkunum til, at tað ikki hevur gingist so væl hjá Kyndli hetta kappingarárið, er ivaleyst at finna í faldaranum, sum varð latin áskoðarunum til dystin. Har var mynd av fýra ungum barnakonum, sum nú allar eru vorðnar mammur (tillukku við tí!), og einki er at ivast í, at saknur er í leikarum sum teimum báðum málverjunum, Maritu og Elin, umframt vengrunum báðum, Palmu og Rakul. Hetta er tó neyvan øll frágreiðingin. Seinastu tvey árini hava væl og virðiliga sýnt, at skal eitt lið gerast føroyameistari, er neyðugt at styrkja um við hjálp av útlendingum. Tá hini gera tað, fært tú snøgt sagt ikki fylgt við uttan.
Hetta er so nakað av tí, sum Tjaldur hevur gjørt í ár, og tað tykist nú eisini greitt, at hetta fer at hjálpa teimum í royndunum at yvirliva í deildini. Hesa ferð fingu tær eisini stig burtur úr stríðnum, og ikki minst tað gera komandi dystirnar meira hugaligar at fara í holt við. At stríðsviljin er til staðar, er einki at ivast í, og nærum eins lítið er at ivast í, at fyrsti sigurin fer at koma innan heilt stutta tíð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte K. Sørensen 7(4), Jórun Ludvig 6, Erla H. Smith 5, Ann Hansen 3(1), Anita Kjærbo 1, Jensia Petersen 1
Tjaldur: Jelena Jevtevic 6(1), Milca Ergic 4, Mona Langgaard 4, Kristina Ellingsgaard 4, Ann Mari Østerø 2, Oddvá Fossdalsá 2, Turið Lamhauge 1
Brotskøst: Kyndil 6, Tjaldur 2
Útvísingar: Kyndil 1, Tjaldur 1
Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Justines Justinussen. Leikferðin var lág, og uppgávan tískil hampuliga løtt, og røktu teir eisini setningin, sum teimum varð litin til.