HONDBÓLTUR
Tað eru longu nakrar vikur síðani, at tey í Stjørnuni fingu vissu fyri, at liðið aftur í ár skal spæla í FM-finalunum. Og eftir dystin í gjár ímóti Tjaldri er tað eisini matematiskt greitt, at Stjørnan fær heimadyst í einum møguliga triðja finaludysti, umframt at liðið kann velja, um tær báðar fyrstu finalurnar skulu byrja við einum heima- ella útidysti.
Undan dystinum vistu tey í Tjaldri av, at um Tjaldur vann á Stjørnuni, var bara ein møguleiki fyri, at tað var nóg mikið til at tryggja sær finaluplássið í næstsíðsta umfarinum, og tað var, um VB og Neistin spældu javnt í Vági. Og javnleikur gjørdist tað í Vági, so tí var finalusessurin tryggjaður.
Men eftir dystin í Runavík fór at ganga sum rótasúpan har, at Neistin hevði vunnið, og tí fingu fleiri púra óneyðugar nervar og fóru at ivast í, um alt var avgjørt ella ikki. Hetta tosið var tó skjótt manað í jørðina, tá vissa fekst fyri, at dysturin í Vági altso endaði 26-26.
Adina í hopla
At Tjaldur sum uppflytari hevur spælt seg í aðru finaluna í ár, er einki minni enn eitt bragd, og mátin, sum tað var gjørt uppá í gjár, var sera sannførandi. Hóast síni 19 mál, vinnur Adina Petrea ongan dyst einsamøll, og hóast stórskjúttin sjálvandi stjelur myndina, var talan um eitt avrik, ið alt liðið stóð aftanfyri.
Verjuspælið hjá Tjaldri var sera gott, og tað var líka við, at Stjørnan ikki eina einastu ferð fekk mál við einum skjótálopi, tí hesum fekk Tjaldur forðað fyri. Ella, sum Stjørnuvenjarin, Henrik Gerster, turrisliga staðfesti eftir dystin: – Tað er trupult at kontra, tá Tjaldur fær mál næstan í hvørjum álopi.
Og tá so Stjørnan royndi seg í hinum endanum, var annaðhvørt verjan fyri ella ein enn eina ferð stórspælandi Guðrun í Lágabø í málinum. Her fekst sjón fyri søgn, at Tjaldur hevur fleiri streingir at spæla uppá, enn fleiri vilja vera við.
Fyri at venda aftur til Adinu, so er altso sjáldsom hending, at ein spælari skorar 19 mál í einum Sunset-dysti – og so ímóti Stjørnuni, av øllum! Men tað gjørdi hon, og stutt sagt var hennara dystur ein uppvísningur í skotteknikki av einari aðrari verð. Skotini vóru varierað og væl plaserað, so sjálvt 13 metrar úr málinum kundi hon senda bóltin í málið hjá Stjørnuni, uttan at málverjin hevði nakran kjans…