Fleiri fólk eru dripin í mótmælisgongunum í Nepal. Nógv fleiri eru særd.
Støðan er "ógvuliga harðlig" í dag, sigur Andreas Nielsen, serfrøðingur í sosialum rørslum hjá Mellemfolkeligt Samvirke.
Hann er í dagligum sambandi við starvsfelagar, sum eru til staðar í Nepal.
Tey boða millum annað frá, at ein hernaðartyrla týsdagin skeyt móti mótmælisfólkum. Hetta er ikki váttað, men Amnesty International segði mánadagin, at skotið varð ímóti mótmælisfólkum. Í minsta lagi 19 doyðu undir mótmælunum mánadagin.
Khadga Prasad Sharma Oli, forsætisráðharri, legði í dag frá sær. Altjóða flogvøllurin er stongdur. Nakrir ráðharrar eru slopnir undan, meðan aðrir eru steðgaðir av mótmælisfólkunum, verður sagt.
Tað er ikki greitt, hvat hendi við ráðharrunum.
Sambært tíðindastovuni AFP settu mótmælisfólk týsdagin eld á tjóðartingsbygningin í Nepal.
Mótmælisgongurnar byrjaðu mánadagin eftir avgerð hjá stjórnini um at avmarka atgongdina til sosialu miðlarnar. Men sambært Andreasi Nielsen liggur meira aftanfyri.
- Beint nú royna tey ungu at viðgera tað ekstrema vónbrotið, sum er við korruptión og vantandi møguleikum at fáa eitt arbeiði ella eitt gott lív, sigur hann.
Týsdagin valdi nepalska stjórnin at taka aftur avmarkingarnar á sosialu miðlunum.
Fyri at skilja frustratiónina, sum hevur verið millum tey ungu í Nepal, skal ein sambært Andreasi Nielsen heilt aftur til 2008.
Hetta árið feldi ein kollvelting kongsveldið eftir nógv ár við borgarakríggi. Landið varð umskapað til eitt sambandslýðveldi.
Men síðani hevur sambært AFP verið ein snúningshurð við skiftandi stjórnum.
##med2##
- Síðani 2008 hevur hvønn einasta stjórn lovað betri umstøður og at loysa nakrar av hesum bygnaðarligu trupulleikunum. Flestu stjórnir hava í staðin ríkað seg sjálvar, sigur Andreas Nielsen og heldur fram:
- Tað sær eisini út til, at núverandi stjórn hevur gjørt tað sama. Í øllum førum eru ógvuliga stórar peningaupphæddir funnar í nøkrum av slottunum, sum hava verið stormað í dag.
Hetta hevur hann millum annað kunnað sæð á myndum, sum hava verið deildar frá mótmælunum.
Sambært AFP hava ognir og stjórnarbygningar hjá fleiri politikarum verið stormaðir undir ófriðinum seinastu dagarnar.
Ein av lokalu starvsfeløgunum hjá Andreasi Nielsen hevur sagt, at ein ráðharrabústaður tætt við teirra staðseting var í ljósum loga.
/Ritzau/