Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpallinum og limur í bygginevndini fyri nýggja tjóðleikhúsi, sigur, at nýggja tjóðleikhús má nøkta tørvin, sum yrkisleiklistin í Føroyum hevur.
Hon fegnast um, at arbeiði við einum nýggjum tjóðleikhúsi er farið í gongd. Eitt tjóðleikhús, sum ætlandi skal standa klárt í 2019.
- Eitt tílíkt hús má tryggja nøktandi karmar til leiklistina og palllistina. Tað má vera eitt tjóðleikhús, sum røkkur øllum nútímanskrøvum, ið eru til eitt slíkt hús, sigur Jenny C. Petersen millum annað.
Hon vísir á, at listarliga er yrkisleiklistin í Føroyum á einum høgum støði, men tað eru kringumstøðurnar annars, sum ikki eru nóg góðar.
- Umstøðurnar og karmarnir, sum vit hava virkað undir, eru ikki nóg góðir. Men tað sum er, hava vit brúkt ómetaliga væl. Við einum tjóðleikhúsi, skal alt annað vera í ordan, sigur Jenny C. Petersen og nevnir verkstovur, garderobur og fleiri onnur viðurskifti.
Bygginevndin, sum Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, hevur sett, hevði fyrsta fundin í Mentamálaráðnum í gjár.
Hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 í gjár, við Jenny C. Petersen, við at trýsta á pílin undir myndini.
Við í nevndini eru:
Limirnir í bygginevndini eru:
Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, formaður
Jenny C. Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu
Árni Baldvinsson, ljóstøkningur
Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, skrivari