Eik Banki nú útlánsrenturnar við 0,65 prosentum p.a. Eik Banki tillagar nú sínar rentur.
Talan er um eina rentuhækking, ið kemur í kjalarvørrinum av, at fíggingarkostnaðurin á altjóða marknaðinum er vorðin munandi dýrari seinastu vikurnar.
Rentan á útlánum verður hækkað við 0,65 prosentum p.a., so rentan á eitt nú 1. veðrættarlánum verður 7,25% p.a. Rentan á innlánum verður óbroytt.
Realkredittlánini, sum Eik bjóðar út í Føroyum, ávirkast ikki av rentuhækkingini. Støðugt fleiri føroyingar velja realkredittlán fram um vanlig bankalán, og Eik mælir eisini til, at bústaðaeigarar umhugsa at fáa sær realkredittlán til sínar bústaðir. Orsøkin er, at við realkredittláni ber eitt nú til at verja seg móti rentuhækkingum.
Rentuhækkingin í Eik kemur í gildi mánadagindagin 13. oktober 2008, sigur Eik á heimasíðuni.