Tveir indiskir filmsstjórar hava sett sær fyri at gera ein film um yvirgangsatsóknirnar í USA tann 11. september í 2001.
Annar filmsstjórin, Ujjal Chatterjee, sigur, at filmurin fær heitið "The Search", og at upptøkurnar byrjar einaferð í mai mánað. Fyrrverandi tíðindamaðurin Khalid Mohammad hevur skrivað handritið til filmin.
Høvuðsleikari í filminum verður Manisha Koirala. Maður hennara doyr í atsóknini at World Trade Center, og 10 ára gamli sonur teirra sær tey bæði tornini rapa á sjónvarpsskíggjanum. Filmurin snýr seg við øðrum orðum um eina indiska familju, sum verður rakt av vanlukkuni, og hvussu hon kemur fyri seg aftur.