Ætlaði tunnilin passar væl inn í samferðslukervið í Eysturoy

- Vit hava ikki lagt okkum púra fastur í, hvat "modell", vit fara at velja til tunnilsloysnina, men hugsandi er, at leisturin verður á leið hin sami sum við tunlinum, ið ætlanin er at byggja undir Tangafirði, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu

Samferðslukerv

Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at ætlanin at byggja tunnil av Kambsdali og inn Millum Fjarða er út við 30 ára gomul.
- Eg haldi, at Fuglafjarðar kommuna fyrst ferð í 1978 sendi løgtinginum bræv við áheitan um hesa tunnilsbygging. Hetta var tvey ár eftir, at vit høvdu fingið Norðskálatunnilin.
Hann sigur, at ætlanin, sum kommunan nú hevur samtykt, er ein tunnili, sum liggur nakað syðri, men tað ger bara, at tunnilin verður tað stytri.
- Vit halda, at henda tunnilsætlan passar væl inn í samferðslukervið í Eysturoy  ikki minst, nú nýggjur landsvegur verður bygdur á vestara armi á Skálafjørðinum.
Borgarstjórin heldur, at fuglfirðingar nú eru hildnir nóg leingi sum gíslar í hesum máli, sum hann tekur til, og tí hevur Fuglafjarðar kommuna tikið málið í egnar hendur.
- Á býráðsfundi, 16. mai, varð einmælt samtykt at arbeiða við hesum máli. Vit hava spurt ymiskar fíggingarstovnar, sum stórt sæð allir hava verið positivir. Av hesum hava vit valt tann eina burtur úr, sigur borgarstjórin.
Sigurd sigur, at kommunan sum so saktans kann byggja henda tunnilin, sum helst fer at kosta einar 90 mió krónur, sjálv, men tá fer verkætlanin yvir eina álíkning -og tað gongur ikki.
- Vit hava ikki lagt okkum púra fastur í, hvat "modell", vit fara at velja til tunnilsloysnina, men hugsandi er, at leisturin verður á leið hin sami sum við tunlinum, ið ætlanin er at byggja undir Tangafirði.
Sigurd Simonsen sigur, at ætlaði tunnilin verður slakar tveir kilometrar langur, og væntandi er, at hvør kilometur kostar einar 45-50 mió krónur. Vegagerðin hvørju megin verður einar 300-400 metrar.
- Vit hugsa okkum, at eginpeningurin í verkætlanini verður eini 20-25%, og í hesum sambandi hugsa vit okkum, at vinnulívið kemur inn sum partur av íleggjarunum.
Hann vísir á, at fleiri "modellir" eru møgulig, tá ið ræður um, hvør kann standa aftanfyri byggingina.
- Men vit eru sum nevnt ikki komnir so langt, at støða er tikin til hesi enn.
Borgarstjórin sigur, at tað verður í seinasta enda landsstýri og løgting, sum skulu góðkenna ætlanina, og sum skulu taka avgerð um, hvørt vit kunnu sleppa at uppkrevja bummpening.
- Enn er ov tíðliga at siga, hvussu alt verður, men hugsandi er, at ein slíkur tunnil verður fíggjaður yvir eini 30 ár, sum við væntaðu ferðsluni kemur at geva eitt bummgjald, sum fer at liggja um einar 10 krónur, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.