Tað restar eitt umfar í næstbestu deildini. Tað verður á skránni leygardagin. Longu undan tí umfarinum er tað greitt, at B68 og Skála fara at flyta upp. Tað er eisini greitt, at B68 leygardagin fer at fáa gullkrónurnar, og at Skála fer at vinna silvurmerkini. Í síðsta umfari fær B68 vitjan av B71. Eisini á Skála fer tað at bera viðhaldsfólkunum til á heimavølli at vera eygnavitni til handanina av heiðursmerkjum, tí Skála fær vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
Leygardagin vann B68 trivaligan 5-2 sigur í Streymnesi. Jónleif Højgaard skoraði fýra ferðir, og nú er hann toppskjútti í 1. deild við 22 málum. Skála var á útivølli í Leirvík, har tað eydnaðist at vinna sannførandi 4-1 sigur.
Leygarkvøldið og í gjár varð spurnartekin sett við uppflytingina hjá Skála, tá ið tað vísti seg, at spæliloyvið hjá Jákupi Jacobsen lá í Danmark. Í gjárkvøldið varð staðfest í FSF, at kærufreistirnar fyri teir 20 dystirnar, sum hann hevur spælt í næstbestu deildini, er farin, og at tað ikki verður gjørt meiri við hetta málið. Tí verður roknað við, at Skála næsta kappingarár verður partur av bestu deildini.
Meðan tað bara er eitt ár síðani, at B68 flutti niður, so hevur tað verið meiri turbolent, áðrenn Skála nú fótaði sær aftur. Eftir niðurflytingina úr bestu deildini í 2008, flutti Skála í 2009 niður í triði bestu deildina. Steðgurin har var tvey ár. Í fjør var um reppið, at Skála flutti upp, og næsta ár – eftir at hava verið burturi í fimm ár – verður tað aftur sunnudagsfótbóltur á Skála.
Fyrireikingarnar
Felags fyri bæði B68 og Skála er tað, at liðini, sum nú hava kvalifiserað seg at spæla í bestu deildini, hava havt lokalar venjarar. Øssur Hansen, sum í síni tíð var ein av lyklaspælarunum á Svangaskarði, hevur verið venjari á Toftum, og Eliesar Olsen, sum 14. september fylti 24 ár, hevur verið venjari á Skála.
Fyrireikingarnar til næsta kappingarár eru byrjaðar, nú tað er greitt, at tey bæði liðini kring Skálafjørðin og hvør sínu megin NSÍ, næsta ár skulu spæla í bestu deildini.
Felags fyri bæði Tofta Ítróttarfelag og Skála Ítróttarfelag er, at ætlanin er, at bulurin á liðunum skal vera spælarar, sum eru uppvaksnir ávikavíst í B68 og Skála, og – ivaleyst orsaka av ringum royndum hvat tí viðvíkur – eru fráboðanirnar tær somu í báðum støðum, tá ið tað verður undirstrikað, at feløgini ongar ætlanir hava um, at fíggjarligi bogin skal spennast órímuliga nógv.
Bæði á Skála og á Toftum verður ásannað, at tað er neyðugt at styrkja um liðini, um tað skal bera teimum til at sleppa undan niðurflyting. Og í báðum støðum verður sagt, at tað hevði passað væl til konseptið, sum tað eitur so fínt nú á døgum, um tað vóru lokalir spælarar, ið hesi síðstu árini hava verið aðrastaðni, sum komu aftur at lívga barndómsfelagið.
Einki ítøkiligt hevur enn verið at frætta um flytingar, men í og kring feløgini verður tað tosað og vónað, og dreymarnir liva sítt fríska lív.
Útisetarnir
Á Toftum snýr tað seg um eitt nú Harald R. Højgaard, sum síðani í summar hevur spælt í NSÍ, um Jann Inga Petersen, sum nú spælir í Víkingi og um, André Olsen, sum undan summarsteðginum var í Víkingi, men sum ikki hevur spælt síðani, tí hann er so skaðaplágaður.
Dreymurin og trumfurin hevði tað verið, um Fróði Benjaminsen nú gjørdi av, at hann kvittaði HB og høvuðsstaðin, og at hann endaði fína fótbóltstíðarskeiðið við aftur at spæla fyri B68!
Fleiri evnaríkir spælarar av Skála og Strondum hava seinnu árini spælt aðra staðni. Eitt nú er talan um Jónhard Frederiksberg, sum fyri stuttum fylti 33 ár. Eftir at Skála flutti niður í 2008, fór Jónhard til Runavíkar at spæla, og har hevur hann verið síðani burtursæð frá í fjør, tá ið hann umboðaði EB/Streym. Ein annar er 21 ára gamli Andrass Frederiksberg, sum er uppvaksin hinumegin fjørðin, men sum í fjør og inntil eftir summarsteðgin í ár spældi við NSÍ. Nú er hann farin av landinum í útbúgvingarørindum. Hanus Thorleifsson, sum hevur spælt í bæði B36 og HB, og sum fyrr í ár umboðaði ÍF, er eisini millum teirra, sum vuksu upp á Skála. Síðsta árið, hann spældi við Skála, var í 2005.
Onkrir spælarar eru fyrr í ár aftur farnir at spæla við Skála, eftir at teir hava verið burtur í nøkur ár. Her verður hugsað um 20 ára gamla Jákup Johansen, ið hevur spælt á Skála síðani í summar, eftir at hann í hálvt annað ár royndi seg í Fuglafirði, og um 33 ára gamla veteranin Paula G. Hansen, sum hevur spælt við síðani í summar. Fyrra partin av hesum kappingarárinum helt hann frí frá fótbóltinum. Síðani Skála flutti niður í 2008 hevur hann annars umboðað EB/Streym í fýra ár.