Ætlanir skulu leggjast, hvussu stuðulin skal brúkast

Krabbameinsfelagið er ovfarið av dygga stuðlinum, sum tiltakið ”Føroyar móti krabba” gav leygarkvøldið. - Endamálið við innsavningini er rokkið, og vit takka einstaklingum, feløgum og fyritøkum fyri allan tann peningaliga stuðul, vit hava fingið, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum

Innsavning

Stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum ”Føroyar móti krabba” leygarkvøldið eydnaðist so væl, at heilar 5.153.000 krónur komu inn til Krabbameinsfelagið.
Hetta er eitt nógv størri tal, enn nakar tordi at droyma um og formaðurin í felagnum, Jákup N. Olsen, var stórliga fegin, takksamur og rørdur, tá hann við endan av tiltakinum takkaði øllum, sum høvdu gjørt landsinnsavningina møguliga og føroyingum øllum fyri dyggu undirtøkuna.

Framførslur
Fleiri túsund føroyingar sótu negldir við sjónvarpsskíggjan leygarkvøldið og sóu sendingina, har fólk høvdu høvi at hoyra og síggja tónleikaframførslur við ymiskum solistum og Føroya Symfoniorkestri aftanfyri í fleiri av framførslunum.
Ímillum framførslurnar og einstaka dansiframførslu, vóru innsløg við ymiskum lagnum, raktar av krabbameini, eins og hyggjarar og lurtarar fingu eina ávísa upplýsing um sjúkuna.
Innsavningin hjá Krabbameinsfelagnum heldur fram komandi dagarnar, og mangt bendir á, at upphæddin, sum latin er og tað, sum fer at koma inn á konto teir næstu dagarnar, verður nakað størri enn talið, vit kenna í dag.
Krabbameinsfelagið hevur sagt, at dyggi stuðulin fer at verða nýttur til gransking, fyribyrging og sjúklingastuðul.
Ætlanin er eitt nú, at ein serlækni í kvinnusjúkum skal upplæra ungar gentur at vera ambasadørar fyri Krabbameinsfelagið, so tær kunnu fara út í samfelagið at kunna um týdningin av at lata seg koppseta móti lívmóðirhálskrabba.
Sendingin ”Føroyar móti krabba” varð send beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi leygarkvøldið, og hon vardi í heilar fimm tímar – frá klokkan sjey á kvøldi til midnátt.
Á pallinum í Norðurlandahúsinum vóru Føroya Symfoniorkestur umframt nógvir av okkara fremstu tónleikarum.

Endamálið rokkið
- Endamálið við innsavningini er rokkið, og vit takka einstaklingum, feløgum og fyritøkum fyri allan tann peningaliga stuðul, vit hava fingið.
Tað sigur ein ovurfegin formaður í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen.
Hann vísir á, at ein partur av innsavningini fer at geva føroyingum eina størri vitan um Krabbameinsfelagið og um krabbamein sum sjúku.
- Tað hevur eydnast okkum í góðum samstarvi við miðlarnar at viðgjørt krabbamein og ávirkanina á sjúklingar og avvarðandi. Eisini hava tær ymisku verkætlaninar í landsinnsavningini viðvirkað til, at fleiri í dag vita meira um Krabbameinsfelagið og um krabbamein, sigur hann.

Ymisk tiltøk
Formaðurin sigur, at lýsingin á mjólkarpakkunum hjá MBM um innsavningina man vera ein hin mest sædda lýsingin fyri ”Føroyum móti krabba”. Umframt at hjálpa við at gera vart við innsavningina, læt MBM eitt 10 oyra fyri hvønn seldan mjólkarpakka í oktober til Krabbameinsfelagið.
Hann vísir eisini á, at 467 børn úr 25 skúlum teknaðu
endan á ævintýrinum um ”Tær fýra heilivágirnar”, sum Rakel Helmsdal skrivaði. Umframt at hava gjørt eina framsýning við tekningunum, hevur Krabbameinsfelagið við stuðli frá Føroyaprenti latið gera ein kalendara við 12 av tekningunum, sum nú fáast til keyps.
- Umleið 200 8. floksnæmingar úr 6 skúlum hoppaðu
band móti krabba í hoppikappingini hjá Kringvarpinum.
Umframt at næmingarnir fingu pulsin upp og fingu mýkt flennivøddarnar, savnaðu hoppini 70.000 krónur til felagið.
Hann vísir á, at 13 uppskot vóru til sjónvarpslýsingina.

Leggja ætlanir
- Vit fara nú at at leggja ætlanir fyri, hvussu stuðulin kann koma flest møguligum til góðar, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen.