Útlendskir víkingar vitja Hov

Víkingaskip, víkingavørur og vølvur. Um vikuskiftið vera víkingadagar í Hovi.

 

Fjórða árið á rað skipa Annika Joensen og Finnbjørn Hovsgarð fyri Víkingadøgum í Hovi, og vónirnar eru góðar fyri einum væleydnaðum tiltaki í ár.

 

Vitjandi koma úr Íslandi, Noregi og Danmark at leggja lag á.

- Tað eru ikki so nógvir víkingar í Føroyum enn og tí koma íslendingar at vísa okkum víkingaleikir, meðan danir og norðmenn koma at vísa okkum vørur. Harumframt hava vit fingið víkingaskipið Helge Ask hendan vegin, greiðir Annika Joensen frá. Tað er víkingasavnið í Roskilde, sum eigur skipið, sum er ein eftirgerð av einum av minnu førunum frá víkingatíðini.

 

- Helge Ask fer til Vágs, har grindabátar taka ímóti honum, og síðani verður róð til Hovs í morgin. Skipið fer at liggja við bryggju í Hovi og fer at gera túrar út á fjørðin, so fólk kunnu sleppa at sigla við einum ektaðum víkingaskipið, sigur Annika Joensen.

 

Tíbetur fyri tey, sum hætta sær ein túr við Helge Ask, eru veðurlíkindini av teimum bestu. Helge Ask er nevniliga als ikki bygdur til føroysku firðirnar, men roynist best innanskers í Danmark.

- Hann er kensluborin sum ein jolla í hvirlunum og klárar seg rættiliga væl í góðum sjógvi í Danmark. So tað verður ein avbjóðing at sigla í Føroyum, sum vit gleða okkum til, siga tey av víkingasavninum í Roskilde.

 

Víkingadagarnir hava verið væl umtóktir, men sum altíð er tað serliga veðrið, sum avger, hvussu leikur fer. Í ár eru veðurvánirnar tó framúr góðar, so Annika Joensen væntar nógv vitjandi hesar dagarnar.

- Veðrið verður gott og Smyril siglir ókeypis, so tað er eingin orsøk til ikki at koma á vitjan, sigur hon.

 

Sjálvt tiltakið verður hildið niðri á fiskaplássinum á havnalagnum í Hovi.

- Har verður so høvi hjá fólki at keypa sær mat, at keypa ymiskt prýði úr tógvi og leðri og hjá børnunum at stoypa egnar smúkkur. Um kvøldið verður so dansur við Pól Arna Holm og øðrum, umframt at danir fara at kvøða, sigur Annika Joensen.